Um smáar tríggjar vikur skal kvinnulandsliðið á vøllin aftur, tá sjøtul verður settur á eina nýggja UEFA Nations League kapping. Føroyar eru í bólki C1, saman við Gibraltar, Moldova og Slovakia.
Fyribils er tað Pætur Smith Clementsen, ið stendur á odda fyri føroyska kvinnulandsliðnum, og hann hevur nú kunngjørt hópin til dystirnar móti Slovakia og Gibraltar.
Fríggjadagin 21. februar klokkan 18:00 tekur Slovakia ímóti á Antona Malatinskeho Stadion í Trnava, og fýra dagar seinni, týsdagin 25. februar klokkan 18:00 spæla Gibraltar og Føroyar á Europa Point Stadion.
Av teimum 20, ið eru boðsendar hesaferð, er eitt spildurnýtt navn í hópinum. Talan er um Jancy Mohr úr KÍ.
Hópurin
Gunnvá Lützen, HB
Rúna Jacobsen, HB
Fridrikka Maria Klementsen, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Julia Naomi Mortensen, NSÍ
Sara Samson Lamhauge, NSÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur
Anna Katrina Mikkelsen, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Anna Carolina Brændstrup, HB Køge (Danmark)
Petra Sigvør Snedker Hoydal, AaB (Danmark)
Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA er Slovakia nummar 49 í heiminum, Føroyar eru nummar 110, Moldova numma 131, meðan Gibraltar í løtuni er á 185. plássi av teimum 195 londunum, sum eru á FIFA listanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald