FSF: Tað var allarhelst betra liðið, ið vann á Brøndby Stadion týskvøldið. Men um eitt sindur av hepni var við okkara monnum, so sá úrslitið uttan iva heilt øðrvísi út aftaná 90 minuttir.
Danmark vann 2-0, og tað var eisini í tráð við leikgongdina – serliga tá danir eisini tóku ímóti gávunum, ið teimum vórðu givnar.
Fyrra málið kom eftir at føroyska verjan royndi at spæla seg úr einari trongari støðu. Men ólukkutíð fangaði heimamenninir bóltin inni í føroyska brotsteiginum, og Pierre Emile Højbjerg var sum ein køttur og bankaði bóltin í netið.
2-0 málið fall sjey minuttir eftir steðgin. Christian Eriksen slap leysur í høgru, og komin móti baklinjuni lyfta hann bóltin inn fyri, har Mohammed Daramy bara skuldi seta innarusíðuna á.
Men bæði áðrenn og aftaná donsku málini var um reppið, at Føroyar komu á máltalvuna á Brøndby Stadion. Ta einu ferðina bjargaðu danir á strikuni, og í seinna hálvleiki royndi Gunnar Vatnhamar seg við skoti, ið streyk dygst framvið danska málinum.
Samanumtikið var talan um ein góðan dyst fyri bæði liðini. Kasper Hjulmand og hansara menn fyrireika seg til EM-endaspælið, sum verður í Týsklandi í summar, meðan Håkan Ericson og føroyska landsliðið brúkar hesar báðar dystirnir, ið hava verið á skránni í mars mánað, sum fyrireiking til Nations League, sum verður í heyst.
Næst á skránni hjá føroyska manslandsliðnum er Baltic Cup, sum verður í juni. Tann 8. juni spæla Estland og Føroyar í Estland, og tríggjar dagar seinni, leygardagin 11. juni spælir A-landsliðnum við monnum móti vinnarinum av dystinum millum Litava og Lettlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald