2022-11-12 19:30
![placeholder](https://jn.fo/css/img/banner2x1.png)
Høgaberg, sum hevur verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, kom seinnapartin á Fuglafjørð har skipið skal landa til Pelagos.
Í løtuni landar Jupiter til Pelagos, og tá ið teir eru lidnir eigur Christian í Grótinum landingartørn, aftaná Christian í Grótinum sleppir Høgaberg framat.
Høgaberg hevur henda túrin fiskað 1500 tons av sild.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald