Ítróttur

Hjálparvenjarin: Tað er skeivt at kalla okkum favorittar

Klokkan 17:00 (18:00 lokala tíð) skulu føroysku spælararnir aftur í eldin, tá ið dystur er móti Póllandi.

2024-01-15 11:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Aftur undan dagsins dysti hevur hjálparvenjarin, Julian Johansen, havt eitt “media call” fyri okkum á JN og fyri Portalinum.

Julian byrjaði við, at siga, at allir mans eru tøkir til dystin, tað er framvegis eingin smáskaði. Tó fekk Teis Horn Rasmussen eitt trælær til dystin móti Noreg, og vandi tí ikki við tá ið hópurin var á vøllinum til venjing í gjár, men sat Teis á súkkluni.

Onkur broyting verður í hópinum í dag, tað einasta ið er vist er, at Allan Norðberg verður í hópinum. Hann hevur sitið uttanfyri báðar dystirnar.

Vit koma at hava fokus á tað sama, sum vit høvdu móti Noreg, tó gevur Pólland meira rúm í verjuni, serliga í teirra høgru síðu, og tað hevur við sær, at vit fara at spæla meira 6 móti 6 í álopinum enn hvat vit hava gjørt. So helst koma Rói Berg Hansen og Leivur Mortersen at spæla ein stóran leiklut í dag.

Vit koma at royna skjótálop, og vita um vit ikki kunnu fáa nøkur løtt mál.

Veddingafyritøkur hava sett Føroyar til favoritt til dagsins dyst, og tað spurdi Agnar Prestá (portal.fo) um.

Tað er ótrúligt, at hoyra hondbóltsserfrøðingar siga, at vit eru favorittar, eg haldi sjálvur tað er skeivt at kalla okkum favorittar, men vit fara altíð á vøllin fyri at vinna.

Undirritaðu spurdi Julian um roknistykkið fyri at koma víðari.

Vit hava ikki tosað um tað, vit fara inn fyri at vinna, og hava fokus á tað vit skulu hava fokus á.

Vit koma aftur í dag at síggja eitt føroyskt lið ið stendur 5-1 í verjuni. Tað er serliga av tveimum grundum. Pólland hevur ikki møtt 5-1 verju enn í kappingini, og teirra vinstri bakkur er millum heimsins bestu í løtuni, sigur Julian.

Um vit vinna bóltin í 5-1 verjuspælið, so eru vit eisini tað tættari uppá teirra mál, og ætla vit okkum at royna skjótálop av tá ið vit kunnu, sigur Julian.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder