Ítróttur

Her er skráin hjá EM-hópinum í dag

Venjing og tiltak í BankNordik er á skánni í dag

2024-01-08 07:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

EM-hópurin skal avstað til Týsklands í morgin, men fyrst eru tvær venjingar og eitt tiltak í BankNordik á skránni.

Hópurin kemur saman í Hoyvík í morgun, og er fyrst ein fundur á skránni klokkan 10 áðrenn leiðin gongur í høllina at venja.

Klokkan 12 er máltíð í BankNordik, og millum klokkan 13 og 14 ber til at fáa plakat, autografar og mynd saman við leikarunum í Bank Nordik í Havn.

Klokkan 16 er aftur fundur í Hoyvík, og eftir tað gongur leiðin í høllina har venjing er á skránni.

EM-hópurin skal flúgva við Atlantic Airways klokkan 9 fyrrapartin í morgin.

Sí eisini:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder