Vinna

Henrik Old í Meg minnist kl. 14.15:

Hendrik Old er góður frásøgumaður.

2022-09-18 10:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Henrik Old fer í dag siga frá sínum fyrstu árum til skips og eini tíð, tá hann arbeiddi á landi í Føroyingahavnini. Fyrstu túrur var við “City” á Bankanum. Í 64 var hann við “Jógvani á Gørðunum” og síðani trý ár við “Peturi á Gørðunum”. Teir høvdu mangt stríðið við týskar trolarar. 67, 68 og 69 var Henrik Old í Føroyingahavnini og arbeiddi. Í 1970 fór hann skiparaskúla í Havn. Fyrsta túr sum yvirmaður, annar bestimaður, var hann við “Porkeningi” og róði út á Kappanum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder