Mentan

Heini F. fekk heiðursbræv

Í samband við mentanarvikuna Maisól, avgjørdi Mentanar- og trivnaðarnevndin at kommunan skuldi lata tvey heiðursbrøv til borgarar sum hava lati nógv eftir seg og sett síni spor á mentanarøkinum í Vága kommunu. Fyri tveimum vikum síðan varð David Johannesen, prestur heiðraður samstundis sum hann hátíðarhelt sín 75 ára føðingardag.

2024-06-02 19:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eitt av tiltøkunum sum hevur verið á Maisól er ein myndaframsýning í Sandavágs kirkju. Í hesum sambandi var eitt tiltak í gjár, har Heini F. Petersen greiddi frá um myndaframsýningina. Til hetta tiltak tóku Rósa Samuelsen, forkvinna í Mentanar- og trivnaðarnevndini, og Bjarni Prior, borgarstjóri Heina F. á bóli við heiðursbrævi.

Røða fyri Heina F. Petersen

Góði Heini og góðu áhoyrarar!

Vit eru savnað her í dag fyri at heiðra ein serstakan mann, Heina Frits Petersen! Heini hevur lagt nógv eftir seg til okkara samfelag og mentan. Føddur 1936 og hevur livað eitt lív fylt við arbeiði, mentan, og kærleika til síni næstu. Heini byrjaði sína yrkisleið sum lærari í 1958, og røkti hetta starv fram til 1999. Hann var ein fyrimyndarligur lærari, og starvaðist tey flestu árini í Sandavágs skúla og Skúlanum á Giljanesi. Heini hevur eisini siti í kommunalinum, og sum borgarstjóri í Sandavágs kommunu setuna frá 1977 til 1980. Her vísti Heini sera góð leiðsluevnir, var ágrýtni og setti síni fingramerki á kommununa.

Men Heini er ikki bert kendur fyri sítt starv sum lærari. Hann hevur eisini verið ein trúgvur tænari í kirkjuni. Byrjaði fyrst sum avloysari sum deknur í sekstiárunum og bleiv fastur deknur í 1997. Umframt at hann hevur siti í kirkjuráðnum í Sandavági í samfull 45 ár, harav 28 sum formaður. Vitanina og talugávurnar hevur Heini góðar, og hevur brúkt nógva tíð at greiða ferðafólki frá um vøkru Sandavágs kirkju. Saman við Lydiu Laksafoss skrivaði hann ein ferðavinnufaldara fyri Sandavág og Miðvág, við øllum teimum søgum og sagnum sum eru í bygdunum.

Heini er eisini rithøvundur, skald og listamálari. Tá ítróttarhøllin og skúlastovurnar har vórðu vígdar í 1983, skrivaði Heini eina fanfaru fyri Giljanes skúla, og aftur í 2002 tá Vágatunnilin lat upp. Heini hevur yrkt sálmar og sangir, harav nakrir eru at finna í sálmabókini. Hansara verk umfata alt frá sálmum til brúðleypssangir, og hann skrivaði ein sálm í samband við at Sandavágs kirkja fylti 100 ár.

Sjálvbodna arbeðið liggur heldir ikki eftir. Heini var ein av stovnarunum av Sandavág Fornminnafelag, har hann hevur verið virkin í nógv ár, umframt ein virkin limur í Lions Vágar.

Hansara áhugi fyri søgu og mentan sæst í hansara mongu bókaútgávum, sum umfata týðingar av Emil í Lønnebergi, fleiri greinar í ”Mítt Jólaboð”, og stórverkini Mikkjals bók, saman við Jákupi Reinert Hansen, Vága samferðslusøga, saman við Dánjal Poulsen, sála og Av fjalli at fjørustrond, saman við Jóannes Heinesen, sála.

Harafturat verið við at skriva fleiri bøkur, sum varpa ljós á føroyska mentan og søgu.

Heini hevur eisini siti í nevndini hjá Vága pensjónistafelag í nógv ár, sum síðan eisini bleiv Eldraráðið í Vágum. Uppgávan hjá eldraráðnun er at ráðgeva kommununum. Og vóru tit Heini, ein hollur viðspælari og stuðul hjá kommununum í Vágum tá eldraøkið varð lagt út og framvegis er.

Í hesum arbeiðinum gingu Heini saman við Lydiu Laksáfoss og Elisabeth Thorsteinson hús úr húsi, fyri at gera eina spurnakanning, um trivna og ynskir hjá okkara eldru í Vágum. Ein sera týdningmikil uppgáva.

Á summri 2023 var Heini ein av oddamonnunum, 87 ára gamal, at skipa soleiðis fyri, at ein føroyskur bátur varð smíðaður á Steig í Sandavági, har bátasmiðja var í gomlum døgum. Í hesum sambandi skrivaði Heini, sman við Jan Erik Simonsen, vælumtóktu bókina “Føroyski báturin - Bátur og bátasmíð”. Henda bók er endurprenta og er nærum útseld aftur. Verdóttirin segði: at Heini yngdist minst 20 ár av hesum tiltakinum.

Heini er ein fróður og spelkin maður, hevur verið og er virkin í bygdini, áhugaður í kirkju og mentan, ein sannur móðurmálsmaður og altíð við einum jaligum sinni. Hetta er ikki á fyrsta sinni at Heini verður heiðraður. Í 2017 varð Heini heiðraður av Margretu drotning fyri trúgva tænastu í sínum arbeiði sum lærari, kirkjutænari, borgarstjóri, rithøvundur, listamálari og týðari, og ein sannur mentamaður. Tað er við stoltleika, at Vága kommuna í dag heiðrar teg Heini, við hesum heiðursbrævi, sum Mentanar- og trivnaðarnevndin einmælt samtykti at lata tær sum tøkk fyri títt ótroyttiliga arbeiði sum lærari og sum mentamaður. Hetta er ein viðurkenning fyri títt stóra íkast til okkara kirkju, samfelag og mentan. Tín skaldskapur hevur ríka okkara øll og ta føroyska málið.

Tað er við stoltleika, at Vága kommuna í dag heiðrar teg Heini, við hesum heiðursbrævi, sum Mentanar- og trivnaðarnevndin einmælt samtykti at lata tær sum tøkk fyri títt ótroyttiliga arbeiði sum lærari og sum mentamaður. Hetta er ein viðurkenning fyri títt stóra íkast til okkara kirkju, samfelag og mentan. Tín skaldskapur hevur ríka okkara øll og ta føroyska málið. Við hesum orðum, vegna Vága kommunu, handa vit tær hetta heiðursbræv sum eina tøkk frá okkum øllum.

Títt lív er ein fyrimynd fyri okkum øll. Tú hevur ment okkara samfelag við tíni vitan, tínum arbeiði, og tínum stóra hjarta.

Hjartaliga takk, Heini!

Rósa Samuelsen,

Forkvinna í Mentanar- og trivnaðarnevndini

Vága kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder