Ítróttur

Heðin Hansen boðsendur - Sølvi fekk leikbann í tríggjar dystir fyri reyða kortið móti Luksemborg

Håkan Ericson hevur sent boð eftir Heðini Hansen úr HB, sum skal avloysa Sølva Vatnhamar, ið hevur fingið leikbann í tríggjar dystir fyri reyða kortið móti Luksemborg

2022-06-10 20:58 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Seinastu løtuna í dystinum móti Luksemborg spældi føroyska landsliðið við níggju monnum. Fyrst varð Rene Shaki Joensen vístur av vølli, og lítla løtu seinni fekk eisini Sølvi Vatnhamar tað reyða kortið frá dómarinum.

Meðan Rene Shaki hevur fingið leikbann í ein dyst, er nú greitt, at Sølvi Vatnhamar er leikbannaður næstu tríggjar landsdystirnar.

Sum avloysara fyri Sølva á miðvøllinum hevur venjarin, Håkan Ericson sent boð eftir Heðini Hansen úr HB. Heðin er ikki ókendur í landsliðshøpi. Higartil er hávaksni HB’arin skrásettur fyri seks A-landsdystir fyri Føroyar – seinast í 1-0 sigrinum á Liktinstein fyrr í ár.

UEFA Nations League dysturin millum Føroyar og Litava verður á Tórsvølli í morgin, leygardagin 11. juni klokkan 17:00. Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Á middegi fríggjadagin vóru umleið 2.500 atgongumerki seld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder