2022-05-16 11:44
Gongdin seinastu dystirnar hevur ikki verið nøktandi, og tí metir nevndin, at tørvur er á nýggjum íblástri og at skifta høvuðsvenjara.
Kim hevur víst ídni og eldhuga allan vegin, meðan úrslitini ikki hava verið nøktandi, í mun til tey mál vit sum felag seta okkum.
Vit takka Kim fyri tíðina í HB, og ynskja honum blíðan byr í framtíðini.
Nýggjur venjari verður kunngjørdur innan stutta tíð.
Nevndin
Havnar Bóltfelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald