Ítróttur

Havnar Badmintonfelag til Reykjavík Internationale Games

Aftur í ár vóru leikarar úr Havnar Badmintonfelag við til Reykjavík International Games. Hesaferð tó ein lítil hópur orsakað av koronustøðuni í løtuni.

2022-02-16 10:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vit høvdu leikarar við í U19, U17 og U15.

Eisini vóru 2 leikarar við í U11. Kappingin fyri U11 varð skipað sum ein stuttleikakapping, har øll fingu eina gullmedalju.


Okkara leikarar stóðu seg sera væl í kappingini. Serliga í U19, har vunnu vit gull bæði í einmansleiki og tvímansleiki fyri gentur. Miriam í Grótinum vann í einmansleiki og Mia og Sanna Thorkildshøj vunnu í tvímansleiki.

Miriam í Grótinum vann eisini heiðurin sum besti leikari í U19 fyri gentur.


Í U15 vunnu vit silvur í tvímansleiki hjá dreingjum og blandaðum tvímansleiki. Kristoffur Samuelsen og Markus Bjarnason vunnu í tvímansleiki og Eira Á. Petersen og Jafet Rasmussen í blandaðum tvímansleiki.


Harumframt vunnu Mia Thorkildshøj og Jafet Rasmussen gull í consolation bólkinum.


Aftur í ár hevði TBR, sum er størsta badmintonfelag í Íslandi, bjóða HBF av til liðdyst friggjakvøldið. Spælt bleiv í U15 og í U17/19. 

Havnar Badmintonfelag vann 3-2 í U15 og tapti 3-2 í U17/19. 


Túrurin í ár bleiv eitt sindur øðrvísi enn undanfarnu túrar bæði tí, at tað vóru fáir leikarar við, og at túrurin bleiv tveir dagar longri enn ætlað, orsakað av vánaliga veðrinum í Íslandi og Føroyum, men leikararnir hugnaðu sær í góðu umstøðunum í Íslandi millum annað í Bláa Lóni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder