Mentan

Hátíðarhald tá ið MESSAN verður tikin í brúk

Sjóvinnusavn og mentanarhús í Vágum ið er staðsett við bátahylin í Sørvági, verður alment tikin í nýtslu sunnudagin 11. januar 2026 kl. 16.

2026-01-06 19:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Endamálið við Messuni er at varðveita gamalt træskip og gera tað til ein part av einum sjóvinnusavni, sum við orðum, myndum og framsýningum í einum livandi umhvørvi vil økja tilvitanina hjá fólki um, hvønn týdning sjógvurin hevur sum okkara lívsgrundarlag.

Savnið skal lýsa okkara sjóvinnusøgu frá árabáti til nýmótans skipaflota.

Í mentanarhøpi at kunna gera brúk av húsinum til m.a.:

  • ferðavinnuna
  • skúlaflokkar, ítróttafeløg og áhugafeløg
  • arbeiðspláss, starvsfólkaútferðir, temadagar v.m.
  • kvøldsetur
  • tónleikaframførslur
  • films- og sjónbandaframførslur
  • listaframsýningar, myndlist, málningalist v.m.
  • Skipað virksemi við onnur feløg í Vágum og aðrastaðni, bæði til ferðavinnuna og almenningin. Bygningurin er sera vælegnaður til rørslutarnaði og virksemi í bygninginum fevnir breitt.

Skrá fyri dagin

Kl. 15:45


Kl. 16 til uml. 17:30

Sørvágs Tónleikarfelag spælir nøkur løg í høllini.


Vegna felagið “MESSAN” bjóðar Kári Thorsteinsson vælkomin

og greiðir stutt frá, hvussu dagurin verður fyriskipaður.


Jan Erik Simonsen hevur sett fleiri myndir saman um gongdina við verkætlanini og hesar verða vístar á 4 stórum sjónvarpsskermum

gjøgnum dagin og kvøldið, saman við øðrum myndum/filmum av

okkara ríku skipasøgu.



Framløga av verkætlanini

Formaður felagsins, Sjúrður Poulsen, sum eisini eigur hugskotið við serstøku verkætlanini, greiðir frá tilgongdini við Sjósavni og mentanarhúsi í Vágum.

Pól Skarðenni, ið hevur teknað bygningin, greiðir frá sjálvari byggingini

og hvørjar tankar hann hevur havt fyri at gjøgnumføra byggingina


Sjúrður Skaale greiðir stutt frá fíggingarleistinum av verkætlanini.


Sigtór Petersen, stjóri fyri byggifelagið J.K. Petersen greiðir frá tilgongdini

og avbjóðingarnar við serstaka bygninginum, sum ikki er royndur í

Føroyum fyrr.


Tórfríð og Dánjal Tavsen framføra lagið “Kvinnan í svørtum”.


Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri, tosar um hvønn týdning Messan kemur at hava fyri bygdina, oynna og landið sum heild, serstakliga í mentanarligum høpi.


Holgar Jacobsen framførir eitt av sínum løgum.


Bryndis í Dali, leiðari í Visit Vágar tosar um hvønn týdning Messan kann hava fyri ferðavinnuna í Vágum og Føroyum sum heild.


Tórfríð og Dánjal Tavsen framføra lagið “Fiskagentan”, ið er prentað aftast í skránni.


Hugnaløta og fólk faá høvi til eitt prát og at síggja bygningin.


Søgan hjá bátinum:

Marna FD193

Bygdur 1943 hjá Rudkøbing Skibsværft v/E. Petersen í Rudkøbing

Stødd: 38 BRT

1943 - Jens Kirk, Thyborøn - P/R J.B.P. Kirk, Thyborøn

1958 - Houboen, Skagen - T.Nielsen, Skagen

1960 - Indiana, Hirtshals - H.G. Kongerslev, Hirtshals

1973 - Astrid II TG4, Tvøroyri - Páll Tummasarson, Tvøroyri

1975 - Vestnes TG4, Tvøroyri - Viberg Sørensen, Tvøroyri

1982 - Vestnes TG4, Tvøroyri - Tvøroyar Kommuna

1986 - Suðurfarið TG4, Tvøroyri - M.T. Bærentsen, Tvøroyri

1988 - Suðurfarið TG4, Tvøroyri - Hans P. Thomsen, Tvøroyri

1991 - Marita II TG435, Porkeri - P/F Hólur v/Sálum Beck, Porkeri

2000 - Tóra FD193, Fuglafirði - Jón Nolsøe Olsen, Fuglafirði

2001 - Marna FD193, Fuglafirði - Óli Johannes Olsen

2018 - Upphøgdur - Maritimt Mentanarhús í Vágum við staðseting í Sørvági.

2025 – Er nú ein týðandi partur av bygninginum og sum ein sjónligur varði av træskipunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder