2026-11-12 13:44
Krígssavnið - John Hansen
Rennikapping á Valloyruni í Sandavági undir krígnum
Tá ið bretar komu til Vágar, skipaðu teir ofta fyri rennikappingum og øðrum ítróttartiltøkum. Hetta fór fram í øllum teimum størri bygdunum í oynni.
Høgni Johansen úr Miðvági greiðir frá, at hann sum unglingi varð úttikin at luttaka í eini rennikapping á Valloyruni í Sandavági undir krígnum. Fyrst runnu teir í Miðvági, og síðani vórðu teir bestu úttiknir til eina stóra kapping, sum fór fram á Valloyruni.
Hann greiðir frá, at teir vóru fleiri, sum kappaðust, og at hann eina ferð vann eitt vakurt steyp.
Høgni greiðir eisini frá, at hann eina aðru ferð kom til skaða undir eini rennikapping á Valloyruni. Eitt hol var tætt við málið, og tá ið hann kom rennandi, traðkaði hann niður í holið.
Skaðin var so mikið álvarsamur, at hann mátti á Militærhospitalið í gomlu losjuni í Sandavági at fáa viðgerð.
Steypið, sum Høgni Johansen fekk handað frá bretska hervaldinum, hevur hann latið Krígssavninum.
Myndin er frá eini rennikapping á Valloyruni í Sandavági tann 23. august 1942.
Keldur:
J. S. Hansen, 2019
Krígsavnið
Mynd:
Krígssavnið
The Pioneer, nr. 4, December 1943
Running Race at Valloyran in Sandavágur During the War
When the British arrived in Vágar, they often organised running races and other sporting events. These activities took place in all the larger villages on the island.
Høgni Johansen from Miðvágur recalls that, as a young man, he was selected to take part in a running race at Valloyran in Sandavágur during the war. They first competed in Miðvágur, after which the best runners were selected to take part in a major competition at Valloyran.
He recalls that several runners took part, and that on one occasion he won a fine trophy.
Høgni also recalls that, on another occasion, he was injured during a running race at Valloyran. There was a hole close to the finishing line, and as he came running towards the finish, he stepped into it.
His injury was serious enough that he had to go to the military hospital in the old temperance lodge in Sandavágur for treatment.
The trophy, which Høgni Johansen was awarded by the British military authorities, has since been donated by him to the Faroese War Museum.
The photograph shows a running race at Valloyran in Sandavágur on 23 August 1942.
Sources:
J. S. Hansen, 2019
The Faroese War Museum
Photograph:
The Faroese War Museum
The Pioneer, No. 4, December 1943
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald