Mentan

Hans Pauli Olsen, Marius Olsen og Hjørdis Haack sýna fram í Gallarí Havnará

.

2024-07-24 15:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


 

Hans Pauli Olsen, Marius Olsen og Hjørdis Haack, hava um ólavsøkuna framsýning í Gallarí Havnará. Yvirskipaði myndaevnið er svart/hvítt. Hjørdis arbeiðir við nátúralistiskum motivum í ymiskum svørtum litum, heitum og køldum, Marius sýnir fram svørt/hvít motivir og Hans Pauli sýnir gipsbustir og tekningar.

Svart er litleyst, hetta merkir at ljós orkan sum heilin skrásetur, tá tú hyggur at einum svørtum tingi, ikki sendur ljós inn í eyga.

Svart er altso frávera av ljósi og tí ikki ein veruligur litur.

Fernisering er 27. juli kl. 16.00 og framsýningin er opin ólavsøkuaftan og ólavsøkudag kl. 15-20.00

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder