Ítróttur

Hákun Edmundsson flytir vestur

 Hákun Edmundsson, sum spældi við B36 í fjør, hevur skriva undir avtalu við 07 Vestur. Hann hevur vant við hópinum seinastu vikurnar og hevur eisini spælt venjingardystirnar.

2022-02-05 10:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Søgurnar fóru sjálvandi at ganga eftir venjingardystin móti AB har Hákun spældi við. Hann sannførdi eisini venjaran, Michael Schønberg, og skrivaði síðan undir sáttmála áðrenn dystin móti barndómsfelagnum B68, mikukvøldið.

25-ára gamli miðvallarin hevur longu roynt seg í fleiri feløgum, eisini í Danmark við Vendsyssel, har hann fekk nakrar dystir á besta liðinum, og seinast í B36. Hann hevur spælt 120 dystir í Betri Deildini, umframt nógvar ungdómslandsdystir við í fleiri aldursstigum.

Edmund og liðfelagarnir skuldu eftir ætlan spæla dyst í morgun kl. 11, men hann er útsettur. So vit bíða í spenningi til at sleppa at síggja Hákun í 07 Vestur-blusuni aftur, tað skrivar 07Vestur.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder