2023-01-24 11:47

H71 styrkir um manshópin
A landsliðsmálverjin Pauli Jacobsen kemur aftur til H71. Eftir at hava spælt í hálvt ár í franska felganum Cherbourg hevur Pauli valt at siga upp sáttmálan. Støðan í franska felagnum hevur seinastu tíðina verið ónøktandi. Leikarar eru farnir eins og nógv skift í venjaratoyminum. Alt í alt var støðan ikki nøktandi og tí metti Pauli at hann fekk betur umstøður at menna seg í H71 eina tíð. Hann ætlar sær tó av landinum aftur seinni. Vælkomin heim aftur Pauli. Vit gleða okkum at síggja teg í málinum hjá H71
Kelda: H71
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald