Ítróttur

H71 og KÍF vunnu Lionsbikarið

Árligu stórsteypadystirnir í hondbólti, har tey bestu farna kappingarár kappast um Lionsbikarið, vórðu spældir í Hoyvíkshøllini í gjár.

2022-09-05 12:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Hjá kvinnum hittust H71 og Kyndil, H71 sum FM-vinnari og Kyndil sum steypavinnari. H71 vann dystin sera greitt, úrslitið gjørdist 38-22. Dysturin byrjaði við sera høgari leikferð og var spælið til tíðir heilt gott. H71 sýntist tó at hava fleiri streingir at spæla uppá og øktu leypandi ígjøgnum dystin.


Hjá monnum hittust steypavinnarnir og FM-vinnararnir úr H71, KÍF luttók við at vera nr. 2 í landskappingini. Dysturin var tættur spennandi, men vóru tað kollfirðingar, sum vóru drúgvari í seinna hálvleiki. Hoyvíkingar megnaðu ikki at steðga einim sera vælleikandi Vuk Stevanovic, sum skeyt heili 17 mál. Eisini stóð nýggi serbiski málverjin hjá KÍF, Milenko Jelic.

H71 – Kyndil 38-22 (18-12)
Málskjúttar:
H71 – Jana Mittún 9, Lukka Arge 7, Marita Mortensen 5, Guðrið á Borg 3, Vár Zachariasen 3, Karin Egholm 2, Inga Maria Joensen 2, Brynhild Pálsdóttir 2, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 2, Sára Jacobsen 1, Lív Zachariasen 1, Elsa Egholm 1

Kyndil – Turið Arge Samuelsen 7, Nadja Pejovic 6, Bjørt Krossteig 4, Bára K. Hansen 3, Hjørdis Viðstein 2

H71 – KÍF 28-34 (15-13)
Málskjúttar:
H71 – Rói Ellefsen á Skipagøtu 8, Peter Krogh 5, Baldur Gillason 5, Ragnar Karlsson 5, Sveinur Olafsson 1, Poul Símun í Garði 2, Jón Rói Mohr Høgnesen 1, Bogi Hansen 1

KÍF – Vuk Stevanovic 17, Karl Martin Olsen 7, Fríði Weyhe 6, Bárður Dam 2, Karstin í Húsinum 1, Milenko Jelic 1

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder