Vinna

Gutta fra Scandinavia í Dansifrøi

Leygarkvøldið 11 oktober verður stórdansur við "Gutta fra Scandinavia" í Dansifrøi.

2025-07-07 19:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í 1989 stovnaðu Steinar Storm Kristiansen og Terje Mårstad orkestrið Scandinavia, sum gjørdist eitt tað størsta dansibandorkestrið í Norðurlondum nakrantíð.

Ì 2009 góvust teir við Scandinavia, men áhoyrarir vildu hava meira av hesum góða tónleiki, so í 2010 byrjaðu Steinar og Terje bólkin "Gutta fra Scandinavia". Seinastu árini hava teir fleiri ferð verði í Føroyum, og er tað sera góður dansur tá teir spæla.

Í steðginum verður tað Finnur S Olsen sum kemur at standa fyri tónleikinum

Tónleikurin byrjar kl 23.00 og hildið verður á líka til kl 03.45

Tað verða einans 450 atgongumerki seld, og tey eru at fáa á atgongumerki.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder