2022-11-03 23:38
![placeholder](https://jn.fo/css/img/banner2x1.png)
Fyrrapartin fríggjadagin reikar Ásbjørn N. Nattestad aftur fyri sendingini Hondbóltspanelið á FM1.
Fyrri gesturin verður VB-legendan, Gurið K. Augustinussen sum fyri stuttum gavst at spæla hondbólt á hægsta stigi.
Ásbjørn fær eisini ein gest frá SÍF/Sóljuni at umrøða hondbóltin vesturi í Vágum.
Lurtararnir kunnu senda viðmerkingar og spurningar inn til nummar 559999.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald