Ítróttur

Gullmedaljur til Bjørk Nolsøe Isaksen og Evu Winther Nagata

Við 3 – 1 útivallasigri á Bedsted KFUM í síðsta dystinum í donsku 1. deild vestur, staðfestu ASV damurnar leygardagin sína støðu sum klárt besta liðið í donsku 1. deild kvinnur 2022-23. 

2023-04-01 20:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


 

ASV hava verið heilt einaráðandi í hesum kappingarárinum og hava vunnið allar dystirnar uttan ein. Eftir 18 leikumfør er støðan 17 vunnir og 1 taptur dystir.


Bæði Eva Winther Nagata og Bjørk Nolsøe Isaksen hava verið týðandi leikarar á liðnum hettar kappingarárið. Eva hevur spælt hevari meginpartin av kappingini, men seinastu dystirnar hevur hon verið darva av skaða. Tað var gott at síggja, at hon var við aftur í hópinum í útidystinum móti Bedsted KFUM í dag, hóast hon ikki fekk nakra leiktíð.


Bjørk hevur alt kappingarárið verið ein lyklaleikari, og soleiðis var eisini í dystinum í dag. Servimóttøkurnar og verjispælið var framúr, og hóast onkrar hoppiservur kiksaðu, vann Bjørk fleiri serv ess við hørður hoppservum. Í álopspartinum var hon ikki til at støðga. Buldraði teir flestu bóltarnar í gólvi ella í armar og bein hjá mótstøðuleikarunum, ið ikki megnaðu at halda bóltinum inni á vøllinum. Í kroystum støðum loysti Bjørk uppgávuna við nøkrum snildum lobbum, sum Bedsted kvinnurnar ikki náddu at fáa upp.


Fleiri av hinum leikarunum á ASV liðnum vístu sanniliga eisini sínar dygdir, og tað sást tíðuliga at nakrar av teimum áður hava leikt nógvar dystir í bestu donsku deildini. Ikki so løgi at ASV vinnur hettar kappingarárið greitt við 51 stigum, heili 14 stig framman fyri nummar 2, Aalborg Volleyball við Hildu Bolstad Mortensen og Annu Larsen í leikarahópinum.


Í donsku 1. deild hjá kvinnunum eru 20 lið, og hesi eru deild upp í tvær kappingar, 10 lið í 1. deild vestur og 10 lið í 1. deild eystur.


Í 1. deild eystur hava Farum-Holte.2 44 stig eftir 18 dystir, meðan VLI hevur 43 stig eftir 17 dystir. Tær kunnu so í mesta lagi fáa 46 stig, um tær vinna seinasta dystin móti Gentofte Volley.2 í morgin 3-0 eææa 3-1.


Sostatt hava ASV kvinnurnar flest stig av øllum 20 liðnum í donsku 1. deild kvinnur.


Eftir dytstin fingu ASV kvinnurnar væl uppibornu gullmedaljurnar hongdar um hálsin, so lagið í bussinum heim aftur til Aarhus man hava verið gott.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder