Vinna

Grindaboð vestanfyri

.

2025-07-05 18:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Grindin er funnin á Guttamið, bara ein bátur er hjá grindini, men fleiri eru áveg út.

Helst verður grindin rikin á Bø.

Kl.19.30 - Sagt verður, at raksturin gongur væl.

Dagført klokkan 19:53: Boð frá sýslumanninum: Grindaøki er lýst í 1 fj. í allar ættir frá grindini. Tað vil siga, at óviðkomandi bátar, skip, flogfør, dronir og persónar skulu halda seg burtur frá grindini. Ein fjórðingur er 1852 metrar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder