2024-07-25 08:58

Tjaldið hjá Tvøroyrar kommunu stendur í miðbýnum, og gjøgnum summarið er møguligt, ókeypis, at lána tað til ymisk endamál. Í endanum á hesi grein, sæst hvussu man ber seg at, um áhugi er at lána tjaldið.
----------------------------------------------
Í kvøld verður skipað fyri grill- og sangløtu.
Fyriskipararnir siga:
Hóskvøldi kl 20 samlast vit i tjaldinum til góđan sang viđ gleđibođskapi og enda vit viđ grill og samveru.
Svein í Prestgarði, og fleiri, syngja og spæla.
Hjartaliga vælkomin
Alt ókeypis
----------------------------------------------
Um persónar, feløg ella fyritøkur hava áhuga í at lána tjaldið í miðbýnum, ber til at seta seg í samband við Tvøroyrar kommunu, við at senda ein teldupost á [email protected]
Greið frá hvat tiltak talan er um, hvør fyriskipar og upplýs navn, teldupost og telefon hjá einum kontaktpersóni, so setur Tvøroyrar kommuna seg í samband við tykkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald