Annað

Granskingarstuðul latin fyri 3 milliónir krónur

Betri samtakið hevur í ár játtað 3 milliónir krónur til sjey ymiskar kanningar og granskingarverkætlanir. Endamálið hjá Betri samtakinum er millum annað at skapa tryggleika í Føroyum við at stuðla samfelagsgagnligt virksemi.

2025-09-26 07:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Betri samtakið hevur millum annað lagt dent á at menna vitan og vísindi í Føroyum og á henda hátt vera við til at styrkja okkum sum samfelag.

Einaferð um árið verður stuðul latin granskarum.

Í 2025 er stuðul latin til hesar granskarar:

• Anna Elisabeth Holm, Fróðskaparsetrið, Mál, inklusjón og arbeiðsmarknaður. At menna málrættaða annaðmálsundirvísing til vaksnar tilflytarar

• Eina H. Eliasen, Fróðskaparsetrið, Umskifti til pensjónslívið og trivnaður hjá føroyingum

• Ingi H. Højsted, Phd.lesandi, Fróðskaparsetrið, At verkseta PISA gransking: Ein design granskingartilgongd til at menna støddfrøðiligt lesføri hjá næmingum í hádeild fólkaskúlans

• Karin Habermehl-Cwirzen, Fróðskaparsetrið, Endurnýtsla av útgrivnum gróti sum nýhugsandi tilfar

• Tróndur M. Sandoy og Erika Heyfield, Fróðskaparsetrið, Føroysk ungdómsfráflyting, útbúgving, afturflyting og samfelag: Ein fleirháttalig tilgongd

• Maria M. Dahl, Phd.lesandi, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Kortlegging av Føroysku PMCV smittusøguni - virusið handan laksasjúkuna CMS (hjartaklovningur)

• Ulrike Steuerwald, Heilsugranskingareindin hjá Sjúkrahúsverkinum, Genetisku orsøkirnar til idopatiska hyperketosu í Føroyum

• Heidi Wolles Ljósheim, Phd.lesandi, University of Edinburgh, numerical methods for interacting particle systems and application to PDE- constrained optimazation

Harumframt er stuðul játtaður til frálæru um trygd á sjónum, sum Sjónám umsitur.

Í ár komu 23 umsóknir inn og søkt varð um 8,3 mió. krónur.

Tú kanst lesa meira um, hvat Betri samtakið hevur stuðlað á betristudul.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder