Ítróttur

Grand Prix-vinnarar í bogaskjóting í vetur

Hans Petur Højgaard og Helena við Misá vunnu Grand Prix-kappingina hjá ávikavist recurve-monnum og compound-kvinnum fyri triðu ferð á rað og vunnu tískil steypini til ognar. Bara hjá recurve-kvinnunum var spenningur um heiðursmerkjaraðfylgjuna

2024-03-20 08:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FM innandura er eisini tann tíggjunda og seinasta vetrarkappingin, sum telur við í Grand Prix-kappingini.

Bara hjá recurve-kvinnunum kundi FM á Eiði leygardagin broyta nakað í Grand Prix-kappingini. Lea Karina Haraldsen og Pernille Krogh, báðar úr Vágaskoti, lógu javnar á øðrumplássi áðrenn FM-kappingina. Her bleiv Lea Karina nummar trý í innleiðandi kappingini við 477 stigum, og Pernille bleiv nummar seks við 387 stigum. Tað gav Leu Karinu fýra Grand Prix-stig, sum tryggjaði henni silvur í Grand Prix-kappingini. Pernille fekk eitt Grand Prix-stig, men tað var nóg mikið til at tryggja henni bronsuna.

Hans Petur Højgaard úr Ørvi hevði fult stigatal í Grand Prix-kappingini hjá recurve-monnunum – 70 stig í 10 kappingum. Hetta var triðu ferð á rað, at hann vann Grand Prix-kappingina, og tí vann hann steypið til ognar. Tað var fyritøkan Sandgrevstur & Planering hjá Eggaba Andreasen í Sandavági, sum í síni tíð lat hetta steypið.

Tær báðar Rakul Dam, Tambar, og Helena við Misá, Ørvur, hava bara havt hvøjra aðra at kappast ímóti við compoundboganum í vetur. Rakul hevur vunnið seks av teimum 10 Grand Prix-kappingunum og Helena fýra.

Helena hevur hinvegin verið so stinn í innleiðandi kappingunum, har hon hevur vunnið tær átta, at hon bleiv greiður Grand Prix-vinnari. Hetta var eisini triðu ferð á rað hjá henni, at hon vinnur steypið, og hevur hon tí nú vunnið tað til ognar.

Helena er burturstødd og var tískil ikki við í FM-kappingini leygardagin.

Hjá compound-monnunum hevði ongin verið við í øllum kappingunum innandura í vetur, men Jóannes Poulsen úr Ørvi hevði vunnið innleiðandi kappingarnar í øllum sínum kappingum og var greiður Grand Prix-vinnari. Nummar tvey var Nikkel Petersen úr Ørvi og nummar trý Jógvan Niclasen, Tambar.

Grand Prix umfatar – enn í hvussu er – bara bogaflokkarnar recurve og compound í innandurakappingini í 18 metra frástøðu.

Í Grand Prix er tað bara tann innleiðandi kappingin, sum telur, og seks tey fremstu fáa stig – 7 Grand Prix-stig til nummar eitt í innleiðandi kappingini, og síðan 5, 4, 3, 2 og 1 stig til plássini aftaná.

Í Grand Prix verður kappast um ferðasteyp, sum gullvinnarin fær, og eisini eru heiðursmerki til nummar eitt, tvey og trý. Um sami skjútti vinnur ferðasteypið tríggjar ferðir á rað ella fimm ferðir tilsamans, fær hann steypið til ognar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder