Ítróttur

Góvu Sveis ein skarpan gang

Føroyska talvlandsliðið stóð seg væl í EM-kappingini í Montenegro í dag. Móti Sveis endaði tað remis á trimum borðum, og tað var meira enn roknað var við framman undan. Dysturin endaði 2½-1½ til Sveis.

Føroyar móti Sveis í dag. F.v.: Høgni Egilstoft Nielsen og Martin Poulsen á fremru borðunum.

Føroyar móti Sveis í dag. F.v.: Høgni Egilstoft Nielsen og Martin Poulsen á fremru borðunum.

2023-11-12 22:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Høgni Egilstoft Nielsen tóktist vera greitt við yvirlutan á 1. borði, men tá ið á stóð í tíðartroti valdi hann tryggu loysnina og javnleikin. Rógvi kláraði aftur remis í dag eins og í gjár, og nú bragdaði eisini hjá John Rødgaard. Martin Poulsen mátti dvína við svarta fólkinum á øðrum borði. 

Samanumtikið eitt flott úrslit hjá Føroyum. Sveis - við tveimum stórmeistarum og tveimum altjóða meistarum á liðnum - er styrkismett sum nummar 28 í kappingini.


Bo.
36

  Faroe Islands
Rtg
-
28

  Switzerland
Rtg
1½:2½
17.1
FM

2387
-
GM

2556
½ - ½
17.2
FM

2291
-
GM

2505
0 - 1
17.3
FM

2254
-
IM

2436
½ - ½
17.4
IM

2281
-
IM

2422
½ - ½


Føroyar eru styrkismettar nummar 36 av 38 liðum. Vit hava Skotland og Kosovo aftanfyri okkum í styrkismetingini. Dystirnir móti teimum - helst møta vit teimum báðum - verða lykladystir.


Tap í hendi hjá Magnusi

Norra, sum er sterkasta talvtjóðin í norðurlondum, hevur vinglað í fyrstu dystunum í Montenegro. Í dystinum móti Eysturríki í dag frættist, at tap var í hendi hjá heimsins besta - Magnusi Carlsen. Honum eydnaðist kortini at bjarga sær javnleik. Men Norra tapti dystin 2½-1½. Í gjár var 2-2 móti Slovakia.

Danir hava fingið harða byrjan. Í gjár vunnu teir púra óvæntað á Aserbadsjan 2½-1½. Aserbadsjan er toppseedað í Montenegro. Í dag var Rumenia á skránni hjá dønum. Rumenia - styrkt við ungarska superstórmeistarnum Richard Rapport og sterka ukrainska stórmeistaranum Schevchenko - er styrkismett sum nummar tvey í kappingini. Danir stóðu seg aftur væl í dag, men taptu 2½-1½. Hin blaðungi Jonas Buhl Bjerre telvaði remis á 1. borði móti Rapport.

Íslendingar, sum fingu dyggan lúsing í dystinum móti Serbia í gjár, og taptu 4-0, vunnu í dag 3-1 á Kosovo. Svøríki og Finnland telvaðu sínamillum í dag. Svøríki vann 3-1.

Onnur úrslit í dag:

Týskland - Ungarn 2½-1½
Kekkia - Ongland 2-2
Armenia - Kroatia 2-2
Ísrael - Spania 2½-1½
Frakland-Turkaland 2½-1½
Holland - Grikkaland 2½-1½
Italia - Serbia 1½-2½
Slovakia - Aserbadsjan 1½-2½

Triðja umfar er í morgin. Byrjað verður klokkan 14. Enn er ikki greitt hvussu telvað verður. Á heimasíðu Talvsambandsins er leinki til kappingina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder