2024-07-25 15:25
Góða Ólavsøku!
Eg fari við hesum at ynskja øllum føroyingum eina góða Ólavsøku - og vælkomin til okkara høvuðsstað at njóta okkara tjóðarhátíð.
Á Ólavsøku savnast vit og gleðast um øll tey mongu tiltøkini innan ítrótt, mentan og annars øll tey siðbundnu tiltøkini í okkara gøtum, har vit møta vinum og kenningum og njóta samveruna.
Havnin er til reiðar at taka ímóti tykkum - góða Ólavsøku!
Annfinn Brekkstein
varaborgarstjóri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald