FSF: – Hetta hava verið nakrir góðir og læruríkir dagar, og tað er heilt greitt, at vit hava flutt okkum nógv síðani seinastu kapping. Fyrsti dysturin var javnur, meðan vit í øðrum dystinum runnu nógv aftaná, serliga í fyrra hálvleiki. Aftaná steðgin fingu vit rætta upp á ymiskt, men megna tíverri ikki at halda fokus, og lata ov nógv mál inn.
– Í triðja dystinum eru vit aftur væl við, og avrikið hjá okkara gentum var góðkent. Tær stríddust væl frá byrjan til enda, og vístu veruligt dirvi. Tær tordu at spæla, og komu eisini til nógvar góðar støður og málmøguleikar. Men tíverri stóðu vit at enda eftir við ongum.
Tað sigur Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, ið farnu dagarnar hevur tikið lut í Baltic Cup 2024, sum hevur verið í Tallinn í Estlandi.
Tríggir dystir vóru á skránni. Ímóti Estlandi gjørdist úrslitið javnleikur 2-2. Málskjúttarnir vóru Ranja Joensen og Silja Ragnarsdóttir Trier.
Í øðrum dystinum gekk minni væl hjá okkara gentum, sum taptu greitt fyri Lettlandi. Úrslitið gjørdist 5-0 til Lettland, sum var á odda við trimum í steðginum.
Í triðja og seinasta dystinum hilnaðist betri, men tá dómarin floytaði av, hevði Litava vunnið 3-2. Tað var annars Kára Sigurðsson, ið legði Føroyar á odda tíðliga í dystinum, og tá ein tími var spældur javnaði Silja Ragnarsdóttir Trier til 2-2. Men í síðstu minuttunum eydnaðist litavum at fáa sigursmálið.
– Sum heild var hetta ein góð kapping, har okkara gentur fingu møguleikan at royna seg á einum hægri stigi, enn tær eru vanar. Men samstundis sóu vit eisini, at vit hava ymiskt, ið kann gerast betri, og hvat vit skulu fara heim at arbeiða við, sigur Eyðvør Jakobsen við heimasíðuna hjá FSF.
Næst á skránni hjá U17 gentunum er EM-undankappingin, sum verður í Englandi í oktober mánað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald