Bronsuheiðursmerki hjá kvinnum og monnum
Hjá kvinnum vóru 9 pør við í kappingini, meginparturin útlendskir leikarar. Í fjórðingsfinaluni hittust tvey av føroysku pørunum, og tí var heilt víst, at okkurt føroyskt par kom í hálvfinalurnar. Dysturin endaði við, at Birthe Sikivat/Joan Edvør Jacobsen vunnu á Beintu Joensen/Nadju Tróndardóttir. Í hálvfinaluni var tó ikki nógv at gera hjá Birthe/Joan Edvør, tær taptu greitt móti klárt sterkasta parinum í kappingini, svensku Anna Forsmark/Maud Jansson, sum eisini endaðu við at vinna kappingina.
Enn fleiri bronsuheiðursmerki monnum
Hjá monnum vóru 28 pør við í kappingini, helvt um helvt føroyskir og útlendskir leikarar.
Tá komið var framm til fjórðingsfinalurnar, vóru framvegis føroyskir leikarar við í øllum dystunum. Uni Árting/Jan McIntosh taptu greitt móti einum svenskum pari og Marjus Hansen/Heri Kallsoy høvdu heldur ongan møguleika móti sterkum leikarum úr Hollandi/Onglandi.
Betur gekk hjá Hans Eivind Olsen, sum spældi saman við Roland Lenngren úr Svøríki. Teir vunnu sera tættan dyst móti einum norskum pari. Jan Erik Fjallstein/Jón Johansen gjørdu fullkomuliga bart í teirra fjórðingsfinalu, tá teir vunnu ein flottan 4-1 sigur á einum donskum pari. Í hálvfinaluni var tó ikki nógv orka eftir hjá føroysku spælarunum, sum allir taptu greitt. So tað endaði við bronsu til tríggjar føroyskar leikarar. Sviarnir Edwin Thorbjørnsson/Bjørn Lejon endaðu við at vinna kappingina.
Allan leygardagin og sunnudagin verður spælt í einmansleiki. Rás1 hjá Televarpinum sendir beinleiðis frá avgerðandi dystunum leygarkvøldið frá kl 19 og sunnukvøldið frá kl 18.
Úrslit Tórshavn Open tvímansleikur kvinnur
- Anna Forsmark/Maud Jansson, Svøríki
- Brynja Jónsdóttir/Isabelle Nordskog, Ísland
- Elin Eikesdal/Ingibjørg Magnusdóttir, Noreg/Ísland
- Birthe Sikivat/Joan Edvør Jacobsen, Føroyar
Úrslit Tórshavn Open tvímansleikur menn
- Edwin Thorbjørnsson/Bjørn Lejon, Svøríki
- John Scott/Erik van Manen, Ongland/Holland
- Hans Eivind Olsen/Roland Lenngren, Føroyar/Svøríki
- Jan Erik Fjallstein/Jón Johansen, Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald