Tað er gott at vaksa upp sum barn og ungur í Vága kommunu, við einum tryggum, innihaldsríkum og sterkum lokalsamfelag, sum stuðlar undir trivnað og menning. Men í løtuni má eg viðganga, at eg ikki vil verða verandi her sum eldri borgari ella fyritíðarpensjonistur, tí eldraøkið hevur stórar avbjóðingar, sum krevja átøk og ábøtur. Vit sum politikkarar mugu í arbeiðshandskarnar!
Ein av týdningarmestu broytingunum, ið má fremjast hesa komandi setuna, er at styrkja umstøðurnar hjá teimum eldri og teimum, ið liva við demensi, og teirra avvarðandi. Vit hava tørv á betri tænastum og fleiri serkønum starvsfólkum, sum kunnu geva fólki við demenssjúku eitt tryggari og meira virðiligt lív. Hetta kann m.a. fevna um at skapa demensvinarlig umhvørvi í eldrasambýlum, har bæði hølisviðurskifti og røkt verða skipað við atliti til teirra serligu tørvir. Eisini hava avvarðandi tørv á stuðli og avlastarmøguleikum, so tey fáa neyðugu frítíð og hjálp til at megna teirra leiklut.
Sum heild er tørvur á fleiri røktarstarvsfólkum og betri arbeiðsviðurskiftum innan eldraøkið. Vit hava tørv á betri arbeiðsviðurskiftum, so starvsfólkini ikki brenna út, men kunnu geva røttu umsorganina til teirra, ið hava tørv á tí. Hetta eru okkara starvsfólk, sum vit eisini hava ábyrgd at taka okkum av.
At skapa eitt vælvirkandi eldraøki krevur bæði virðiliga røkt og betri møguleikar fyri útbúgving, so starvsfólk hava førleikarnar til at veita eina góðskutryggjaða umsorgan. Hetta er týdningarmikið fyri at veita røttu hjálpina til allar okkara eldri borgarar.
Harumframt má verða útbygging av eldrasambýlum/íbúðum og virknistilboðum. Vit skulu skapa karmar so bæði fyritíðarpensjónistar og eldri borgarar kunnu hava ein innihaldsríkan og virknan gerandisdag. At hava eitt trygt og skipað umhvørvi við virknistilboðum kann gera stóran mun fyri teirra trivnað og heilsu.
Vit mugu seta trivnaðar- og heilsufremjandi átøk, umframt fyribyrgjandi átøk í verk, so eldri borgarar og fyritíðarpensjónistar hava møguleika at varðveita sítt sjálvbjargni og sítt heilsustøði so leingi sum gjørligt.
Við hesum átøkum ynski eg at skapa eina Vága kommunu, har øll - frá yngsta barni til elsta borgara, eisini tey við demenssjúku og teirra avvarandi - kunnu kenna seg væl og trygg, bæði nú og í framtíðini.
X við Áslu Leilu
X við Borgaralistin - Vága kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald