Ítróttur

Gilli Rólantsson Sørensen aftur í TB

! Eg ætli mær at gera alt tað, ið eg kann, fyri, at TB kann fáa so gott eitt kappingarár sum yvirhøvur gjørligt.

2023-03-20 09:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Tað kendist gott at taka í hondina á André og kunngera, at eg aftur komi at spæla fyri TB komandi tíðina.
Vónin er enn at taka eitt tørn uttanlanda, og hetta er TB væl vitandi um. Eg fegnist tí stórliga um, at TB ikki fer at standa í vegin, tá/um eitt tilboð kemur og tað eri eg teimum sjálvandi takksamur fyri.
Eg vil tó gera øllum greitt, at hóast tað er gott at koma heim til Trongisvágs, har rótin rann, og mína kæru familju, so er hetta ikki nøkur feria! Eg ætli mær at gera alt tað, ið eg kann, fyri, at TB kann fáa so gott eitt kappingarár sum yvirhøvur gjørligt.
At enda vil eg bert siga 1.000 takk fyri góðu móttøkuna frá øllum TB-fjepparum, ungum sum gomlum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder