Talan er um 28 ára gamla Frederik Holst, sum hevur so nógvar royndir á hægsta stigi, at listin er sera langur.
126 superligadystir fyri Brøndby
92 dystir fyri Elfsborg í bestu Svensku deildini
28 dystir fyri Sparta Rotterdam í bestu hollendsku deildini
18 dystir fyri Lillestrøm í bestu norsku deildini
15 dystir fyri Helsingborgs IF í bestu svensku deildini
20 dystir í europa- og conference league
í 2012 var Holst einans 17 ár, tá ið hann fekk pláss í byrjanaruppstillingini hjá Brøndby. Tá var hann yngsti spælarin nakrantíð, sum slapp at byrja ein dyst fyri Brøndby.
Í Brøndby spældi hann nærum hvønn dyst árini 2013-2017
Holst bleiv sum 16 ára gamal úttikin til ungdómslandsliðið. Hann hevur tilsamans spælt heili 73 ungdómslandsdystir fyri Danmark, harav 22 U21 dystir.
Talan er um ein sera aggresivan og hartarbeiðandi spælara. Hann spælir á verjukenda miðvøllinum og kann eisini spæla sum høgri bakkur.
Vit gleða okkum at síggja hendan bóltsnillingin á vøllinum í Betri-deildini. Hjartaliga vælkomin.
07 Vestur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald