Steen og Peder – sum eru tvíburðar – tóku í 2013 stig til verkætlanina Team Tvilling, sum í stuttum gongur út uppá, at handiatletar og rennarar møtast hvønn sunnudag og renna saman. Team Tvilling syrgir fyri, at tað altíð er ein rennari til ein handiatlet, at ein rennistólur er til taks, og at handiatleturin situr væl tilrættis, áðrenn renningin byrjar.
Bæði áðrenn og aftaná rennitúrin er møguleiki hjá handiatletum, avvarandi og rennarum at læra hvønn annan at kenna. Team Tvilling gevur handiatletum og rennarum møguleika at møtast á náturligan hátt, og at vera saman um ein felags aktivitet.
“Felags fyri allar okkara handiatletar og rennarar er, at teir luttaka, tí at teir hava hug og fegin vilja vera partur av einum felagsskapi”, sigur Steen Mondrup frá Team Tvilling.
Luttøka í Tórshavn Marathon 2024
Steen, sum er rennari, og Peder, sum er handiatletur, luttaka á marathonteininum til Tórshavn Marathon 9. juni 2024. Vit hava spurt teir, hví teir hava valt Føroya einasta marathon, sum teirra næsta mál.
Steen Mondrup hevur greitt okkum frá, at síðani Team Tvilling byrjaði í 2013 luttaka teir ofta í stórum rennitiltøkum saman við omanfyri 100 øðrum persónum, sum teir hava ábyrgdina av fáa eina góða uppliving. Tí er tað gott fyri teir at uppliva aftur, hvussu tað var, tá tað bara vóru teir báðir í 2013. Tað eru støður, sum teir kunnu njóta saman. Og so gleða teir seg eisini serliga til at uppliva vøkru náttúruna, sum er eitt eyðkenni fyri Tórshavn Marathon.
Teir ætla sær at njóta túrin, renna uttan greitt tíðarmál, hugna sær og tosa við aðrar rennarar.
Fyrilestur á Reinsarínum 8. juni 2024
Í samband við Tórshavn Marathon 9. juni 2024 fara Steen og Peder Mondrup at halda fyrilestur um Team Tvilling á Reinsarínum leygardagin 8. juni 2024 kl. 16.00.
Teir fara at greiða frá og deila teirra royndir og vitan um motivatión, at trúgva á seg sjálvan og um dystin móti tí ómøguliga. Teir eru t.d. teir fyrstu tvíburðarnir í heiminum, sum hava gjøgnumført ein Ironman.
Í teirra søgu finna vit dirvi, vilja, stór mál og stórar dreymar, og eina grundfesta trúgv um, at man kann, so leingi man vil, og so leingi man sær møguleikar heldur enn avmarkingar. Teir halda áfram fyri hvønn annan og við eini trúgv um, at teir altíð røkka málstrikuna.
Fyrilesturin á Reinsarínum er ókeypis. Fyrilesturin er á donskum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald