Ítróttur

Fýra skjúttar frá Vágaskot við í NUM

Fýra ungir skjúttar frá Vágaskot luttaka í stórari Norðurlendskari kapping (NUM) í hesum døgum saman við 168 øðrum ungum bogaskjúttum.

2023-07-01 10:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Vága kommuna:

Vanja, Hannis, Marianna & Lea Karina skutu innleiðandi skjóting ígjár. Har allir okkara skjúttar kláraðu seg væl Hannis (507), Lea Karina (468), Marianna (458) & Vanja (368).
Síðani var hildið áfram við finalu skjóting har okkara skjúttar vóru nær við at koma víðari, men tíverri vórðu allir okkara skjúttar við undirlutan tá avtornaði. Hannis tapti 4-6, Lea Karina 4-6, Marianna 4-6 og Vanja 0-6.
Hetta eru ómetaliga góð úrslit tá í hugsað verður um at hetta eru bestu skjúttar í Norðanlondum í kappast verður ímóti. Havast skal eisini í huga, at hetta er fyrstu ferð at okkara skjúttar luttaka í slíkari kapping, teir flestu skjúttarnir tey hava sæð samla á einum stað áður er til eitt vælmøtt venjingarkvøld hjá Vágaskot og nú standi tey á linju við 168 øðrum skjúttum.
ìdag eru Liðfinalur á skránni, her skulu okkara skjúttar møta einum av donsku liðunum í fyrsta umfarið. Byrja verður við upphiting kl. 10.00 norska tíð, Kappingin byrjar kl. 10.15 Norska tíð.
Vit eru vís í at hetta hevur verið ein góð uppliving hjá okkara skjúttum og vónandi hava enn fleiri skjúttar hug og dirvi til at royna hetta í næsta ár.
Einki av hesum hevði borið til uttan tykkum foreldur, vit í Vágaskot eru ómetaliga takksom og errin av at vit hava ein góðan og sunnan felagskap. Og ikki minst eru vit takksom fyri tykkum foreldur ið altíð eru klár við eini hjálpandi hond.
Fylgjast kann við liðskjóting beinleiðis her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder