Ítróttur

Fýra frá 07 Vestur fingið landsliðsboð

Hópurin til vinardystirnar móti Estlandi 1. og 3. september er nú úttikin

2022-08-17 19:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: U19 landsliðið við gentum hevur tveir vinardystir móti Estlandi á heimavølli á skránni fyrst í september. Hóskvøldið 1. september kl. 18.00 taka genturnar móti Estlendingum í Hólmanum á Eiði, og leygardagin 3. september kl. 16.00 hittast liðini á Tórsvølli.

Vinardystirnir eru liður í fyrireikingunum hjá U19 landsliðnum til EM undankappingina, sum verður í Litava í november.

Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari hevur úttikið 20 spælarar, harímillum málverjan Jóhonnu Wang Jacobsen og verjuspælaran Báru Jansdóttir frá 07 Vestur, sum báðar eru nýggjar í landsliðshøpi.

Harumframt eru fleiri yngri leikarar, sum annars gera seg galdandi á U17 landsliðnum, eisini úttiknar til hesar báðar vinardystirnar.

Hópurin til dystirnar móti Estlandi sær soleiðis út:

Anna Katrina Mikkelsen, AaB
Kristina D. Gásdal, 07 Vestur
Jóhanna W. Jacobsen, 07 Vestur
Bára Jansdóttir, 07 Vestur
Lisa Haraldsen, 07 Vestur
Jasmin M. Darvishi, B36
Ester Ellingsgaard, B36
Marita Lisberg, EBS/Skála
Sarita Petersen, EBS/Skála
Noomi Hansen, EBS/Skála
Lea Tórarenni, HB
Astrid Mittfoss, HB
Malena Olsen, KÍ
Lóa Samuelsen, KÍ
Maria V. Johansen, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Jórun Najma Patawary, KÍ
Jonnhild Sondum, NSÍ
Rakul Sørensen, Víkingur
Gunnvá Lutzen, Vildbjerg

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder