Síðan 2017 hevur Fótbóltssamband Føroya brúkt skrásetingarskipanina Comet til skráseting og stýring av øllum dystarvirkseminum í føroyskum fótbólti. Talan hevur verið – og er framvegis – um eina umfatandi tilgongd at talgilda og skipa kappingarvirksemið.
Og sum nakað nýtt, verður nú møguleiki at fylgja við beinleiðis á appini, tá dystir í Betrideildini og í 1. deild hjá monnum, og í Betrideildini hjá kvinnum eru á skránni.
Byrjað verður í morgin, leygardagin 9. mars, tá fýra dystir í 1. deild hjá monnum, umframt dysturin í Betrideildini millum 07 Vestur og Víking verða spældir.
Annars verða allar kappingar frá U7 og heilt upp í vaksnamannadeildirnar lagdar í skipanina, so har ber altíð til at síggja leikskráir, umframt leikstað og klokkutíðir, tá hesi eru ásett. Har arbeiðir FSF eisini út frá regluni um, at kunningin á Comet altíð er tann, ið er galdandi.
Við appini fært tú atgongd til eitt nú leikskráir, stigatalvur og dómaraseðlar. Sostatt kanst tú fylgja gongdini í teimum kappingunum, sum hava tín áhuga. Hetta kemur serliga væl við, tá hugsað verður um barna- og ungdómskappingar, sum hava stóran áhuga millum foreldur og avvarðandi annars.
Hjá foreldrum og øðrum avvarðandi er tað ofta mest viðkomandi at halda seg kunnaði um nakrar ávísar deildir ella ávísum liðum. Í appini kanst tú velja hesi sum tínar favorittar við at trýsta á stjørnuna ovast í høgra horni, og so fært tú boð á snildfonini, so hvørt sum dagføringar koma í skipanina. Tað ber eisini til at fylgja ávísum spælarum, eitt nú ungum spælarum, sum spæla í fleiri ymiskum deildum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald