Ítróttur

Full ferð á arbeiðinum hjá ÍSF og føroyskum ítrótti

Farna vikuskifti var hendingarríkt fyri føroyskan ítrótt. Aðalfundur hjá ÍSF, Ítróttating og síðani søguliga endaspælið hjá hondbóltsmonnunum. – Vit kunnu staðfesta, at vit hava flutt okkum langt og nógv mál eru nádd – men framvegis eru nógvar uppgávur eftir at loysa, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF

2023-05-02 14:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Tíðindaskriv


- Vit hava eitt A-landslið við í einum endaspæli! Tað er heilt óbeskriviliga flott, staðfestir forsetin í ÍSF, og heldur í sama andadrátti fram: - Tað minnir okkum á, at nógvar týðandi uppgávur liggja fyri framman. Eitt nú at vinna fullan limaskap í IOC, so at øll okkara ítróttafólk sleppa at kappast undir Merkinum. Har kann sólskinssøgan hjá okkara hondbóltsmonnum vera eitt gott argument. Tí tá altjóða hondbóltssambandið góðtekur Føroyar sum sjálvstøðugt limaland, hví kunnu onnur altjóða sambond so ikki góðtaka okkara íðkarar, spyr Elin Heðinsdóttir Joensen.


Á aðalfundinum leygardagin tosaði hon um arbeiðið hjá ÍSF fyri at vinna Føroyum altjóða luttøku, og hon vísti á, at seinasta árið hava bæði triathlon, súkkling og styrki fingið altjóða limaskap. Men í nøkrum greinum mugu føroyingar framvegis kappast sum danir, hóast øll heldur høvdu viljað tikið lut undir Merkinum.


- Eg veit, at tað kostar nógv at vera við millum tey bestu. Tí fegnist eg um, at signalini frá myndugleikunum eru greið. Játtanin til føroyskan ítrótt er hækkað - og ítróttur er nevndur positivt í nýggja samgonguskjalinum. Politiska skipanin hevur staðfest, at hon vil arbeiða samsvandi langtíðarætlanini hjá ÍSF, og bæði breidd og úrval skulu hava góðar treytir.


- Har stendur eisini, at rakstrarstuðulin til ÍSF skal styrkjast - og fíggjarligur stuðul skal veitast fyri at føroysk ítróttafólk skulu kunna luttaka uttanlands. Samskiftið við politisku skipanina hevur verið sera jaligt, og vit hava góðar vónir um eitt gott samstarv frameftir – eisini nú fleiri ítróttagreinar standa seg væl altjóða, staðfestir hon.


Á aðalfundinum tók forsetin eisini saman um arbeiðið við langtíðarætlanini, sum hevur við sær, at øll sambond í felag arbeiða fram ímóti felags málum.

- Nøkur mál eru rokkin, nøkur eru um at vera rokkin og á fleiri økjum er arbeiðið farið í gongd. Sumt tekur tó langa tíð, og tí ræður um fyrst at skipa og raðfesta arbeiðið. Men spakuliga sæst nú, at vit arbeiða saman á ein hátt, sum vit ikki áður hava gjørt, og tað er sera positivt, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.


Tað er eftirhondini vorðin fastur táttur, at aðalfundurin verður tvinnaður saman við einum Ítróttatingi, har viðkomandi evni innan ítróttin verða tikin upp. Í ár var evni: »Børn, ung og ítróttur: trýst, skaðar og fráfall«. Nógv fólk møttu, og fyrilestrarnir vóru serstakliga áhugaverdir. Eisini var áhugavert at hoyra foreldur greiða frá, hvussu tey uppliva støðuna.




- Tað, sum kom fram á Ítróttatinginum setti nakrar tankar í gongd, og vit fara avgjørt at hava hetta í huga frameftir. Vit vita jú, at ein stórur bólkur av børnum og ungum ikki er við í ítrótti fyri at fáa úrslit og heimsmet, men fyri at fáa felagsskap og sosialar upplivingar. Nøkur vilja tó náa allanvegin til OL ella EM-endaspælið, og tað skal vera pláss fyri báðum, staðfestir forsetin í ÍSF.


- So seint sum sunnudagin sóu vit, at vit saktans kunnu gera okkum galdandi. Tað verður spennandi at fylgja okkara monnum í EM í januar, og ÍSF ynskir teimum hjartaliga til lukku við bragdinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder