Annað

Fuglakrím

Tíðanverri eru nú aftur tekin um at, fuglakrím er við at taka seg upp í ymisku fuglastovnunum í ár.

2025-05-29 23:48 Author image
Rodmund á Kelduni
placeholder
À sandinum í Sørvági eru fleiri deyðir fuglar at síggja enn vanligt er annars, serliga er tað Havhestur sum sæst liggja deyður nú, men eisini nakrar Rytir.

Vónandi verða fuglastovnarnir ikki so hart raktir av fuglakrími sum undan farin ár, havandi í huga at føði mangul, veiða og rotta eisini gerða sítt til at fuglastovnarnir hava ilt við at halda eitt burðadygt støði. Og fyri Havhestin er støðan enn truplari við at sera nógv plast flýtur í sjónum sum tíðanverri endar í maganum á Havesti.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder