Ítróttur

FSF og Håkan Ericson hava endað samstarvið

Fyrrapartin í dag, mikudagin 16. oktober, er avtalað gjørd við A-landsliðsvenjaran hjá monnum um at enda samstarvið

Mynd: Myndir: Bjarni Enghamar/Hans Erik Danielsen/FSF

Mynd: Myndir: Bjarni Enghamar/Hans Erik Danielsen/FSF

2024-10-16 16:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Seinastu fimm árini hevur Håkan Ericson staðið á odda fyri A-landsliðnum hjá monnum. Men nú eitt gott ár er eftir av avtaluni, eru Fótbóltssamband Føroya og Håkan Ericson blivin samd um at enda samstarvið.

Í staðin hevur FSF gjørt avtalu við Eyðun Klakstein og Atla Gregersen, um at standa á odda fyri manslandsliðnum til UEFA Nations League dystirnar, sum verða á útivølli um ein mánað.

– FSF ynskir at takka Håkani Ericson fyri samstarvið hesi fimm árini, hann hevur verið venjari hjá føroyska A-landsliðnum. Síðani tann 3. september í 2020 til dystin sunnukvøldið móti Lettlandi, hevur Håkan staðið á odda fyri landsliðnum í 34 kappingardystum. Í hesum tíðarskeiðnum hevur hann fingið stig í nærum helvtina av dystunum, og er hann sostatt tann venjarin, ið hevur fingið bestu úrslitini við landsliðnum.

– Samstundis sum vit staðfesta, at okkara landslið er sera sterkt, so er samlaða úrtøkan ikki nøktandi. Vit liggja niðast í bólkinum, og hava higartil ikki megnað at vunnið nakran dyst – heldur ikki á heimavølli. Undir hesum umstøðum halda vit tað vera best at fáa nýggjar kreftir at standa á odda fyri okkara A-landsliðið við monnum, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya.

Hósdagin 14. november spæla Armenia og Føroyar í Jerevan, og tríggjar dagar seinni, sunnudagin 17. november spælir føroyska manslandsliðið í Skopje í Norðurmakedónia.

Tey, ið hava spurningar hesum viðvíkjandi, kunnu venda sær til FSF forsetan, Christian Andreasen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder