Ítróttur

FSF: Børn sleppa ókeypis til landsdyst

Stuðulin til føroyska kvinnulandsliðið hevur stóran týdning, og tí hevur FSF avgjørt, at til dystin móti Grikkalandi sleppa børn, 14 ár og yngri, ókeypis til landsdyst.

2024-06-04 13:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Lagt er upp til ein spennandi dyst, tá kvinnulandsliðið tekur ímóti Grikkalandi á Tórsvølli í morgin (týsdagin 4. juni) klokkan 16:45.

Talan er um fjórða umfar í bólki C3 í undankappingini til EM 2025, og undan dystinum eru Montenegro og Grikkaland fremst í bólkinum við 7 stigum í part, Føroyar eru á 3. plássi við trimum stigum, meðan Andorra er aftast við ongum stigi.

Tá føroyska kvinnulandsliðið í apríl mánað møtti Grikkalandi á útivølli, vunnu grikkar ein tepran 1-0 sigur. Málið kom eftir brotsspark, sum bleiv sett í netið tá tíggju minuttir vóru spældir av seinni hálvleiki.

Á seinasta styrkislistanum hjá FIFA er Grikkaland nummar 60, og tað er tískil ein stór uppgáva, ið bíðar okkara kvinnum. Men sæð í ljósinum av 4-0 sigrinum á Andorra farna fríggjadag, og tepra tapinum fyri grikkum fyrr í ár, so verður fari eftir trimum stigum, sum vónandi koma í hús saman við nógvum góðum fjepparum.

Stuðulin frá áskoðarunum hevur nevniliga stóran týdning, og tí hevur Fótbóltssamband Føroya avgjørt, at til dystin ímóti Grikkalandi hesaferð sleppa børn, 14 ár og yngri ókeypis til landsdyst.

Atgongumerki til vaksin fáast til keyps í nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF, og á atgongumerki.fo. Kostnaðurin er einans 95 krónur.

Vert er eisini at nevna, at í samband við dystin bjóðar FSF øllum áskoðarunum ókeypis kaffi og køku.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder