2025-08-21 20:15

Maðurin var ákærdur fyri saman við tveimum øðrum at hava lagt til rættis smugling av 168 g av MDMA til Føroya. Maðurin skuldi sambært ákæruni taka ímóti rúsevnunum í Føroyum.
Føroya Rættur metti, at tað ikki var ført prógv fyri, at hann var partur av smuglingini. Hini bæði fólkini í málinum vórðu dømd ávikavist 1 ár og 1 ár og seks mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.
Ákæruvaldið kærdi frídømingina til landssrættin, sum í dag hevur funnið mannin sekan. Hann fekk 1 ár og 3 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald