Ítróttur

Framúr úrslit hjá Sámuel í Slovenia

Í finaluskjótingini í Veronica’s Cup leygardagin, skeyt Sámuel T. Petersen seg í fjórðingsfinaluna og bleiv samanlagt nummar sjey av 43. Jóannes Poulsen hevði trupulleikar við stillingini av siktinum, men endaði kortini saman við nógvum øðrum sum nummar 17

Sámuel siktar og hugsavnar seg 100 prosent, áðrenn hann sleppur pílinum við mekaniska útloysaranum, ið verður brúktur, tá skotið verður við compoundbogaMynd: Freyja Dís Benediktsdóttir

Sámuel siktar og hugsavnar seg 100 prosent, áðrenn hann sleppur pílinum við mekaniska útloysaranum, ið verður brúktur, tá skotið verður við compoundbogaMynd: Freyja Dís Benediktsdóttir

2024-06-02 09:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leygardagurin bleiv ein góður dagur fyri føroyska bogaskjóting í altjóða høpi, tá ungi compoundskjúttin Sámuel T. Petersen úr bogaskjótifelagnum Ørvi í Eysturoynni gjørdi bart og vann seg heilt í fjórðingsfinaluna í altjóða kappingini Veronica’s Cup í Kamnik í Slovenia.

Fjórðingsfinaluna tapti hann ímóti heimselituskjúttanum Matus Durny Jr úr Slovakia. Hesin vann síðan eisini sína semifinalu og skal í dag (sunnudagin) skjóta um gullið í finaluhólmgonguni ímóti Shamai Yamron úr Ísrael, ið eisini telist ímillum teir bestu og bleiv nummar tvey í EM í Týsklandi fyrst í mai.

Nýtt kappingarmet

Endastøðan hjá Sámuel bleiv eitt sjeyndapláss, sum hann og italiumaðurin Manuel Sartorello býtast um, og Sámuel var, sum vera man, ógvuliga fegin um sítt góða úrslit.

- Eg kann ikki annað enn vera væl nøgdur við mítt avrik, tí eg skeyt væl í dag – so væl, at eg setti persónligt kappingarmet, tí eg fekk 146 stig í tveimum duellum, og áðrenn tað er 145 stig tað mesta, eg havi skotið í kappingum, greiðir Sámuel frá.

Fyrra hólmgongan, har hann fekk 146 stig, var í fyrsta dystinum, har tað galt um at vinna sær pláss í sekstandapartsfinalunum. Men tað var tó um reppið, at tað var nóg mikið, tí mótstøðumaðurin Arnaud Hocevar úr Luxembourg fekk eisini 146 stig. Sámuel hevði tó tamarhald á nervunum og rakti 10-aran í shoot-off, meðan hin rakti 9-aran.

Illur tapari

Dysturin, ið veruliga fekk øll at geva unga føroyinginum ans, var sekstandapartsfinalan, sum var ímóti tí vanliga krútsterka Tim Jevsnik úr Slovenia. Í innleiðandi kappingini – kvalifikasjónskappingini – mikudagin bleiv hann nummar fýra.

Men hvørki tað ella fyrimunurin av heimavølli nyttaði nakað hjá slovenanum, tá hann tapti duellina ímóti Sámuel, sum aftur hesa ferð fekk 146 stig.

Tim Jevsnik fekk 144 stig og var sjónliga misnøgdur eftir tapið.

- Hann var illur, og eg fekk ikki møguleika at taka í hondina á honum, áðrenn hann streyk avstað og út av skjótiøkinum. Eg vænti tó sjálvandi, at hann bara var illur inn á seg sjálvan, tí alt gekk rætt fyri seg, og eg rakti bara betri enn hann, sigur Sámuel.

Síðan vann hann áttandapartsfinaluna 143 – 139 ímóti Marko Juranic úr Kroatia, ið bleiv nummar 13 í innleiðandi kappingini mikudagin, áðrenn Matus Durny Jr steðgaði honum í fjórðingsfianluni.

Boðar frá góðum

Sámuel er ungur í bogaskjótihøpi – hann fyllir 21 í morgin 3. juni – so góða úrslitið í Veronica’s Cup kann boða frá góðum. Hann hevur í hvussu er víst, at hann skjótt kann vinda seg upp úr lítlum og loypa hvøkk á. Tí tað er minni enn ein mánaði síðan, at hann var við í EM uttandura í Essen í Týsklandi, og tá vóru úrslitini í lakara endanum – nummar 64 í innleiðandi kappingini og 138 stig í tí einasta dystinum, hann fekk afturat tá.

Til tað er tó at siga, at Sámuel kom við í EM-hópin í seinastu løtu vegna avboð og tískil var rættiliga ófyrireikaður.

Í dag vísti hann, at tað er langt frá botnstøðinum og uppeftir – hvussu langt, kann bara tíðin vísa. Uppskriftin hjá Sámuel í dag var einføld:

- Eg segði við Jóannes, tá vit fylgdust inn á økið, áðrenn vit skuldu skjóta, at eg ætlaði bara at skjóta tad besta, eg kundi, og meira enn tað ber ikki til at gera – sama um eg sleppi longur ella má steðga eftir fyrsta dystin, so kann eg bara orðna mítt.

Jóannes ætlaði sær meira

Jóannes Poulsen var ikki nøgdur við sítt avrik leygardagin. Hann kláraði seg annars avbera væl í innleiðandi kappingini mikudagin, tá hann bleiv nummar 10. Tískil slapp hann beinleiðis í sekstandapartsfinalurnar og ætlaði avgjørt ikki, at tað skuldi steðga har. Men tað gjørdi tað tíverri, tá hann tapti duellina ímóti italiumanninum Paolo Pockaj 140 – 144.

- Eg fekk tað bara ikki at rigga í dag, og tað eri eg sjálvandi ikki nøgdur við. Men eg haldi, eg havi okkurt at arbeiða við, tí eg hevði trupulleikar við uppsetingini í dag. Eg broytti stillingina av siktinum eitt sindur til innleiðandi kappingina, tí tað var so nógvur vindur tann dagin. Í gjár fingu vit als ikki vant, tí veðrið var so ringt, og tí hevði eg ikki fingið stillað siktið aftur, áðrenn dagsins kapping. Tað ørkymlaði meg undir skjótingini í dag, men nú má eg so royna at fáa alt sett rætt upp til Grand Prix-kappingina í Kroatia.

- Tað, sum eg serliga eri misnøgdur við, er, at eg bara fekk 140 stig í dystinum í dag. Tað er einfalt ov vánaligt, tí so illa eigi eg ikki at raka. Nú vann hann 144 – 140, og tað irriterar meg – um eg hevði fingið 144 stig, og mótstøðumaðurin so vann við kanska 145 ella 146 stigum, so var søgan ein heilt onnur. Tað hevði sjálvandi verið spell at tapt, men tá hevði eg góðtikið mítt avrik, sigur Jóannes aftaná skjótingina leygardagin.

Samanlagt endaði hann í stóra bólkinum, sum býtti 17. plássið í Veronica’s Cup.

Jóannes og Sámuel, sum báðir fingu játtað úrvalsstuðul frá ÍSF í ár, fara í dag víðari til Poreč í Kroatia, har teir verða við í evropeisku Grand Prix-kappingini, sum verður har í næstu viku. Fyrstu dagarnar er serliga venjing á skránni, og innleiðandi kappingin er týsdagin 4. juni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder