2022-08-11 17:47

Hóast tað er hennara fyrsta ár í bólkinum ungreiðfólk, so megnaði 16 ára gamla Ester Dahl á Heygum og hesturin Vorboði, at ríða seg heilt upp á eitt triðja pláss í b finaluni, í greinini T2 slakteymatølt.
Hetta merkir at tey samanlagt enda nummar 8 í bólkinum. Tá hugsað verður um, at tey flestu Ester ríður ímóti, eru um 5 ár eldri, so er hetta eitt satt bragd og eitt boð um góðar tíðir fyri framman.
Ikki kann sigast annað enn at NM luttøkan higartil hevur hepnast væl hjá føroyska liðnum.
Kelda: Ríðisamband Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald