Ítróttur

Framúr avrik móti Svium

Hóast tap á 31-27, var talan um eitt frálíkt avrik av føroyska kvinnulandsliðnum í EM-undankappingini á Hálsi í gjárskvøldið. Hálvleiksstøðan var 14-11 til sviar.

2024-04-04 07:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

HSF: Góða avrikið skal síggjast í ljósinum av, at Svøríki hevur eitt av heimsins bestu kvinnulandsliðum, sum javnan er í topp 4 í EM- og HM-endaspølum. Seinastu tríggjar ferðirnar at liðini hava møtst, hevur Svøríki vunnið við ávikavist 17, 18 og 19 málum.

Føroyska liðið byrjaði dystin væl, og vóru okkara sera ágangandi í bæði álopi og verju. Lættar á fótum fluttu tær seg fyri hvørji aðrari í verjuni, og Brynja Høj og Pernille Brandenborg vunnu ein nærdyst fyri og annan eftir. Í álopinum skiftust Jana Mittún og Súna Krossteig Hansen um at leggja trýst á svensku verjuna, sum ongantíð veruliga fekk tak á kviku føroyingunum. Skoraðu tær ikki sjálvar, skaptu tær pláss, og tá vóru Elsa Egholm og aðrar til reiðar. Svøríki strammaði tó upp um miðjan hálvleik, og vunnu tær seg fram um, har okkara eisini brendu heldur illa einu løtuna.

Okkara byrjaðu tó seinna hálvleik sera væl og vunnu skjótt leiðsluna hjá Svøríki aftur. Dysturin var spennandi heilt til 50 minuttir vóru leiktir, tá okkara ikki gangnýttu møguleikarnar til fulnar og vóru revsaðar í hinum endanum. Svøríki streyk avstað við sigrinum, sum bleiv 31-27.

Eitt fýra-máls tap fyri Svøríki er helst eitt betri úrslit enn flest høvdu roknað við, og kann málúrtøkan blíva avgerandi, nú tað skal avgerðast sunnudagin, hvørji lond skulu til EM-endaspælið. Hinvegin kunnu Føroyar eisini gera roknistykkið einfaldari við at fáa stig ímóti Íslandi sunnudagin. Føroyar taptu fyrra dystin í undankappingini móti Íslandi við 28-23. Dysturin sunnudagin byrjar kl. 17.00 og verður vístur í KVF. FM1 sigur eisini frá dystinum og verður Portal.fo eisini á staðnum.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Jana Mittún 8 (1)
Elsa Egholm 5
Súna Krossteig Hansen 4
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3
Anna Elisabeth Haldóttir Weyhe 3 (3)
Turið Arge Samuelsen 1
Bjørk Franksdóttir Joensen 1
Rannvá Olsen 1
Pernille Brandenborg 1

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen 23%
Rakul Wardum – var inni í fáar minuttir og hevði eina bjarging.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder