Kappingin er í Spar Nord Arena, sum er høll, fyrst og fremst til frælsan ítrótt og tennis, men eisini kann leigast út til onnur endamál. Eisini er atgongd fyri skúlar í dagtímunum.
Høllin liggur sum nærmasti granni til uttandura-rennibreytina í Skive. Hetta eru framúr venjingarviðurskifti fyri íðkararnar í Skive, sum vit her heima so brennandi ynskja okkum og vóna, skjótt fer at gerast veruleiki.
Okkara føroysku íðkarar hava onga høll at venja í um veturin. Tey venja trúføst uttandur í øllum veðrið, alt árið. Í Havn – antin á Tórsbreyt ella undir taki, aftanfyri áskoðaraplássini á Tórsvølli. Í Klaksvík úti á vegunum og á fótbóltsvøllinum.
Tá í stormarnir leika um okkara leiðir, er sera trupult hjá íðkarum at venja teknisku venjingarnar, sum eru ótrúliga umráðandi partur av samlaðu myndini. Og flestum kunnugt, er hetta støðan helvtina av venjingarárinum.
Flestu av íðkarunum hava tó staðið seg heilt einastandandi í Skive um vikuskiftið. Vit hava danksar ungdómsmeistarar, silvurvinnarar, persónlig met, bólkamet og enntá okkurt føroykst innanduramet. Hetta, hóast vit ikki hava venjingarumstøður at bjóða teimum her heima í vetrarhálvuni. Men vit hava íðkarar, ið trívast og kempa, ótroyttiligar venjarar og ein stríðsvilja av Guds nái.
Øll úrslitini frá DMU í Skive síggjast her :
https://www.statletik.eu/db/resultsd.php?CID=13004121&Season=2022
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald