Ítróttur

Frælsi skipar fyri rennikapping leygardagin

Leygardagin 20. januar kl. 11.00 verður fjórða umfar av Raska Vetrarkappingini runnið í Sørvági, har Ítróttarfelagið Frælsi er vertur.

2024-01-18 08:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Runnið verður frá Sørvágs Kirkju til Bíggjar. Vent verður beint eftir Bø. Runnið verður aftur til Sørvágs, har málið er sama stað sum starturin.

Teinurin hjá gentum og dreingjum er 3 km. Tey byrja saman við teimum vaksnu, men venda eftir 1,5 km. Teinurin hjá teimum vaksnu er beint undir 9 km.

Skráseting byrjar kl. 10.00 í Marghøllini í Sørvágs skúla, og renningin verður sett í gongd kl. 11.00.

Skifti- og brúsurúm eru ikki tøk.

Aftaná kappingina bjóðar Frælsi suppu og drekkamunn í Marghøllini.

Tilmelding áðrenn fríggjakvøldið 19. januar kl. 24.00 á við at klikkja á renn.fo

Kostnaður kr. 50,- fyri vaksin og kr. 30,- fyri børn. 


Kappast verður í hesum bólkum:

-Kvinnur / menn opin bólkur (f. -2007)

-Kvinnur / Menn Veteranar (f. 1969-1978)

-Kvinnur/Menn Superveteranar (f. 1959-1968)

-Kvinnur/Menn Ultraveteranar (f. 1958 ella fyrr)

-Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 2003-2007)

-Gentur / Dreingir (f. 2008-2012)

-Gentur / Dreingir (f. 2013-2020) – (telja ikki við í samlaðu vetrarkappingini).

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder