Ítróttur

Fótbóltsblaðið útkomið

Fótbóltsblaðið 2024 er útkomið, og fæst ókeypis á øllum EFFO støðunum kring landið, og í No12 á Tórsvølli

Fótbóltsblaðið 2024 er útkomið og fæst ókeypis á øllum EFFO støðunum kring landið, og í No12 á Tórsvølli - Mynd: Hans Erik Danielsen

Fótbóltsblaðið 2024 er útkomið og fæst ókeypis á øllum EFFO støðunum kring landið, og í No12 á Tórsvølli - Mynd: Hans Erik Danielsen

2024-03-08 07:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Ellivta árið á rað verður Fótbóltsblaðið útgivið. Blaðið, sum aftur í ár telur 100 blaðsíður, fæst ókeypis í øllum EFFO støðunum kring landið, og í No12 á Tórsvølli. Tað er Fótbóltssamband Føroya, ið er útgevari.

Í Fótbóltsblaðnum verður ljós varpað á øll 17 feløgini, sum eru limir í FSF, umframt ungdómslandsliðini, A-landsliðini hjá kvinnum og monnum, og dómararnar.

Eisini ber til at lesa um evropeisku luttøkuna hjá føroysku feløgunum. Var tað ein fjarskotin dreymur, ella er tað ein nýggjur veruleiki, ið vit skulu venja okkum við, nú KÍ spældi seg í eitt evropeiskt bólkaspæl.

Av øðrum tilfari í blaðnum kann nevnast klumman, sum Emil Lisberg Jacobsen hevur skrivað, og EM-endaspælinum fyri U17 gentur, sum verður í Føroyum um eitt gott ár, og sum er nógv tann størsta altjóða kappingini, ið FSF nakrantið hevur skipað fyri.

Mynd: Hans Erik Danielsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder