Ítróttur

Føryska kvinnulandsliðið í hondbólti vann greiðan sigur á Luksemburg

Tað gjørdist aftur ein greiður sigur til Føroyar 39-21.

2024-03-04 10:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Kvinnulandsliðið vann eisini seinna EM-undankappingardystin móti Luksemborg. Eins og mikudagin, vóru 18 mál á muni í dag. Føroyar vunnu 39-21, eftir hálvleiksstøðuna 17-9 til Føroyar.
Føroyar vóru stórfavorittar undan dystinum eftir 34-16 sigurin mikudagin. Luksemborg royndu tó at hanga í fyrstu løtuna, men við góðari verju og einari vælspælandi Annika Fríðheim Petersen í føroyska málinum øktist munurin skjótt, og fóru liðini hálvleiks við støðuni 17-9 til Føroyar.
Føroyar løgdu fyri sum eitt óløgi í seinna hálvleiki. Leikferðin var høg, og vóru tað serliga føroysku vengurnir, sum komu til skotkjansir, har m.a. Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe og Karin Egholm gjørdu um seg. Tær skutu ávikavist 6 og 5 mál í dag. Hetta var samstundis fyrsti A-landsdystur hjá Karini. Á sama hátt sum í fyrra hálvleiki, øktist munurin so spakuliga. Eins og mikudagin komu allir 16 føroysku leikararnir í spæl og vóru eisini nógvir málskjúttar, 11 í tali. Endin bleiv, at Føroyar aftur vunnu við 18 málum, 39-31, og koma Føroyar við hesum, sannlíkt, at enda á minst triðja plássinum í bólkinum.
Føroyar eru við hesum enn við í kappingini um plássini í EM-endaspælinum. Hetta verður alt avgjørt í apríl, tá Føroyar taka ímóti Svøríki mikudagin 3. apríl og síðani spæla á útivølli móti Íslandi tann 7. apríl.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 6
Karin Egholm 5
Maria Pálsdóttir Nólsoy 5 (3)
Jana Mittún 4
Hervør Niclasen 4
Elsa Egholm 4
Rannvá Olsen 3
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3
Pernille Brandenborg 2
Bjørk Franksdóttir Joensen 2
Bjarta Osberg Johansen 1
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen: 7/15 (46 %)
Rakul Wardum 4/17 (23 %)
Dystargongdin:
5 min: 3-1
10 min: 6-3
15 min: 9-5
20 min: 11-8
25 min: 14-8
30 min: 17-9
35 min: 22-10
40 min: 25-12
45 min: 27-15
50 min: 30-16
55 min: 33-19
60 min: 39-21

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder