Ítróttur

Føroyskur Fótbóltur 2023 fæst nú kring landið

Árbókin "Føroyskur Fótbóltur 2023" er útkomin. Í bókin verður tikið saman um eitt sera hendingaríkt fótbóltsár.

2023-12-05 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Greitt verður frá gongdini í Betrideildini hjá monnum og kvinnum, tikið verður saman um avrikini hjá feløgunum, profilar og ungir spælarar verða umrøddir, og nógv verður eisini gjørt burtur úr altjóða fótbólti – ikki minst avrikinum hjá KÍ í Europa.

Í bókini eru greinar, hagtøl, yvirlit og nógvar góðar myndir.

Sosialurin gevur "Føroyskur Fótbóltur 2023" út. Bókin er 200 blaðsíður og fæst í bókabúðum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder