Ítróttur

Føroysku U18 liðini vunnu í sandflogbólti

.

2024-06-26 12:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 



Í U18 NEVZA-kappingini í sandflogbólti, sum í hesum døgum er í Onglandi, gjørdu Føroyar hol í sjógvin i gjár, tá bæði menninir og kvinnurnar vunnu.
Dreingirnir spæla í bólki B, har trý ensk lið, eitt íslendskt og eitt skotskt eru við umframt Føroyar. Í bólki A eru eitt norskt, tvey ensk, eitt íslendskt og eitt írskt lið.

U18 dreingir
Longu í sínum fyrsta dysti gjørdu Hákun Nón og Rani Ákason bart, tá teir vunnu á Íslendingunum Sigurður Kára Harðarson og Stefan Mána Hákonarson.

Eftir at íslendingarnir vunnu fyrsta sett 21-15, vunnu Hákun og Rani annað sett 21-14, og so skuldi dysturin avgerast í javnbrótara. Har reið um snarið, men føroyingarnir knógvaðu sigurin heim við at vinna 16-14.

Seinni á degnum spældu føroyingarnir ímóti enska parinum Bailey Harsum og Lewis Bunton, men her var mótstøðan nógv dyggari, og teir ensku vunnu 21-9 og 21-11 og liggja eisini á odda í bólkinum, eftir at hava vunnið báðar sínar dystir. Hákun og Rani eru nr. 4 av 6 liðum.
 
Í  morgun kl. 9 spæla føroyingarnir ímóti enska parinum á triðja plássi, Maghur og Robinson, sum eins og føroyingarnir hava vunnið ein dyst og tapt ein. Sigurin (21-12, 21-15) fingu teir ímóti íslendska liðnum, sum Føroyar vunnu á í gjár. Tí er ávísur spenningur um dystin ímóti enska liðnum í morgun.

Kl. 13:10 spælir føroyska liðið aftur; hesa ferð ímóti skotska liðnum við Caesar og Gillies, sum hevur tapt báðar sínar dystir, og tí eru eisini ávísar vónir um gott úrslit í hesum dystinum.
Seinasti dysturin í bólkaspælinum er ímóti sterku eingilskmonnunum Maks Makowski og Josh Cosgrove, sum liggja á øðrumplássi við tveimum sigrum í tveimum dystum. Dysturin byrjar kl. 16:30
--------
U18 kvinnur:
Eisini kvinnuliðið, mannað við Mariu Teresu Vitalis og Oslu Johannesen, vann í gjár. Tað var í dysinum ímóti ensku Daniella Tchandeu og Kyrstyna Ngatcha, sum føroyska liðið vann 21-13 og 21-11 á.

Fyrr um morgunin høvdu Maria Teresa og Osla tapt 8-21 og 9-21 fyri ensku Alice Jagielska og Molly Quinn, sum liggja á odda í bólkinum við fullum stigatali, seks fyri tríggjar dystir, saman við norska parinum Tiri Skjold og Maren Våge, sum eisini vunnu á Føroyum, 21-14 og 21-14.
Í dag spæla Maria Teresa og Osla tveir dystir. Tann fyrri er kl. 11:30 ímóti enska liðnum á triðja plássi, Jarmon og Levich, og kl. 14:50 spæla Føroyar ímóti Íslandsku Petursdóttir og Kristjánsdóttir, sum hava tapt allar sínar tríggjar dystir, men vunnu tó eitt sett ímóti júst Jarmon og Levich. Hetta leggur upp til tveir rættiliga spennandi dystir hjá føroyska liðnum.

Undan dystunum í dag liggur føroyska kvinnuliðið á fjórðaplássinum í bólki B, har trý ensk, eitt norskt og eitt íslendskt lið eru við umframt Føroyar. Í bólki A eru eitt svenskt, eitt íslendskt, tvey ensk, eitt írskt og eitt skotskt lið við.  

Hósdagin verða knock-out-dystirnir spældir, har nummar 1 og 2 í hvørjum bólki fara víðari til hálvfinalur, meðan hini liðini leika plaseringsdystir.

Nógvir av dystunum í kappingini verða stroymdir á www.youtube.com/@VballEngland/streams

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder