Ítróttur

Blivu nummar 19 í HM

Føroysku U18-kvinnunar vunnu seinasta dystin í HM, sum var móti Slovenia. Føroyar endaðu harvið nummar 19 av 32 liðum. Dysturin endaði 31-28, eftir 16-12 til okkara í hálvleikinum.

2022-08-08 21:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Føroyar fingu eina góða byrjan uppá dystin. Silja Arngrímsdóttir Müller stóð væl í føroyska málinum og komu okkara fram um 3-0. Fleiri tekniskar villur næstu løtuna loyvdi tó Slovenia inn í dystin og var støðan 3-3 eftir 5 minuttir.
Leikferðin í dystinum var sera høg, men gjørdu bæði liðini samstundis nógvar villur og mistu nógvar bóltar. Støðan var 5-5 eftir 10 minuttir, men dróg Føroyar frá eftir hetta til 9-6 eftir 15 minuttir. Slovensku leikararnir brendu illa og vóru okkara eitt skifti frammanfyri við 5. Hálvleiksstøðan var 16-12 til Føroyar.
Slovenia byrjaði seinna hálvleik við at mansverja Mariu Pálsdóttir Nólsoy, sum hevði verið sera eyðsýnd í føroyska álopinum í fyrra hálvleiki. Hetta skapti nógv pláss til hinar leikararnar og komu okkara til góðar møguleikar og vóru okkara eitt skifti á odda við 6. Eftir hetta vóru alt ov nógvir málmøguleikar misnýttir og loyvdi hetta slovenum innaftur í dystin og javnaðu slovenar til 22-22 við 45 minuttir.
Føroysku leikararnir misnýttu alt ov nógvar málmøguleikar hesa løtuna. Tað gekk serliga illa at skora av vengrunum. Støðan var 24-24 eftir 50 minuttir, áðrenn okkara aftur fingu fatur í dystinum. Seinastu løtuna kom Anna Elisabet Halsdóttir Weyhe innaftur og hon avgjørdi dystin seinastu løtuna við trimum málum av vinstra bakki og vunnu okkara dystin 31-28.
Eftir dystin var Maria Pálsdóttir Nólsoy vald til besta leikara í dystinum.
HM-endaspælið er nú av fyri føroysku U18-kvinnurnar. Føroyar endaðu nummar 19 av 32 liðum. Føroyska liðið vann 4 dystir, móti Eysturríki, India, Kasakstan og Slovenia. Føroyar taptu tríggjar dystir, móti Portugal, Danmark og Spania.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 8
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Lukka Arge 4
Karin Egholm 3
Hanna Jakobsdóttir Dalsgaard 3
Karina Debes Heinesen 3
Bjørk Franksdóttir Joensen 2
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen 1
Barbara Hammer 1
Inga Maria Roysdóttir 1
Silja Heðinsdóttir 1

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder