Ítróttur

Føroysku kvinnnurnar vunnu 35-25 á Finsku kvinnunum

Føroysku kvinnurnar vóru betri enn Finnland á flestu mótum í Helsinki í dag. Føroyar vunnu 35-25, eftir hálvleiksstøðuna 16-12 til Føroyar.

2023-04-04 21:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

HSF skrivar:

Føroysku kvinnurnar byrjaðu dystin væl. Verjuspælið var ágangandi og stóð verjan sum heild væl. Aftanfyri stóð Annika Fríðheim Petersen sera væl í føroyska málinum. Hon hevði hon heili 10 bjargingar í fyrra hálvleiki. Góð ferð var á føroyska álopsspælinum, hóast hetta eisini kostaði einstakar tekniskar villur. Liðini fylgdust fyrsta korterið, men hevði ein varhugan av, at føroyska liðið hevði meira í skjáttuni enn Finnland. Um miðjan hálvleik fekk Finnland fleiri útvísingar og gjørdu føroysku kvinnurnar sær dælt av hesum og komu nøkur mál fram um til 16-12 í hálvleikinum.
Føroysku venjararnir fingu allar 16 spælararnar á vøllin í dag. Rakul Wardum byrjaði í føroyska málinum í seinnahálvleiki og byrjaði Natasja Hammer eisini á vinstra bakki. Sonja Sirdal á Bergi koma eisini inn og fekk eisini síni fyrstu tvey landsliðsmál. Føroyska liðið kom til nógvar kjansir á vongunum í dag og var tað eisini at fegnast um, at úrtøkan var góð. Systrarnar Rannvá og Ingibjørg Olsen gjørdu tilsamans 9 mál á vinstra vongi, meðan Lív Poulsen á høgra vongi eisini hevði ein góðan dag við 6 málum.
Eftir dystin var Súna Krossteig Hansen vald sum besti føroyski leikari í dag. Liðini møtast aftur kl. 16.00 í morgin. Dysturin verður stroymdur.
Føroysku málini:
Súna Krossteig Hansen 8 (2)
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 6
Rannvá Olsen 6
Jana Mittún 3
Ingibjørg Olsen 3
Sonja Sirdal á Bergi 3
Guðrið á Borg 1
Maria Páldóttir Nólsoy 1(1)
Pernille Brandenborg 1
Natasja Hammer 1
Elsa Egholm 1
Brynhild Pálsdóttir 1
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen 11 bjargingar
Rakul Wardum 7 bjargingar
Dystargongdin:
05 min. 2-3
10 min. 4-4
15 min. 8-7
20 min. 8-11
25 min. 9-13
30 min. 12-16
35 min. 15-18
40 min. 16-21
45 min. 18-25
50 min. 22-27
55 min. 23-31
60 min. 25-35

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder